SU skal framhaldandi latast í seks ár

Politiskur meiriluti er ikki fyri at skerja danska lestrarstuðulin, sum ein serlig skattanevnd hjá stjórnini annars hevur mælt til. Nevndin hevur skotið upp, at lesandi kunnu fáa lestrarstuðul í í mesta lagi 4 ár - og ikki í 6 ár sum nú. Hetta skal gerast fyri at spara pengar, so skatturin á arbeiði kann setast niður.

Hetta hava lesandi mótmælt, og Jyllands-Posturin skrivar í morgun, at politiskur meiriluti er ikki fyri at skerja SU, sum eisini nógv føroysk lesandi fáa.

Bæði í stjórnini og í andstøðuni eru politikarar ímóti uppskotinum.

Danska stjórnin fer í heyst at koma við sínum uppskoti um ein skattareform í Danmark.