Suðuroy aftur á kósini

At KÍ tapir eru vanligari tíðindi, enn at KÍ vinnur. Bæði tá ið talan er um besta og næstbesta liðið. Í kvøld eru næstbestu klaksvíkingarnir á veg til hús við 5-1 tapi eftir vitjan á Vágseiði.

Við stórsigrinum hevur VB/Sumba avgreitt setningin, sum tað varð roknað við, at teir skuldu útinna, og sum var neyðugur at útinna, um VB/Sumba aftur skuldi vinna seg upp á uppflytingarpláss.

Eftir eitt korter setti Jón Krosslá hol á. Dan Djurhuus økti til 2-0 tíggju minuttir seinni. Sjey minuttir eftir steðgin skoraði Pól Thorsteinsson til 3-0, g Birgir Jørgnesen økti til 4-0 í 62. minutti. Jón Krosslá Poulsen skoraði fimta VB/Sumba málið, áðrenn KÍ pyntaði um.