Suðuroy og Sandoy halta enn aftaná

Fólkatalið veksur allastaðni í Føroyum, uttan í Suðuroynni og í Sandoynni. Men uppá seg er fólkatalið mest vaksið í trimum útoyggjum

 

Fólkatal


Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa. Í hvussu so er flesta staðni í Føroyum. Tey nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at í fjør var Suðuroyggin einasta økið í landinum ,har fólkatalið framvegis minkaði í fjør. Annars vaks fólkatalið í øllum økjum. Og í Sandoynni stendur fólkatalið í stað.

Við árslok í fjør búðu tilsamans 46.236 fólk í Føroyum. Hetta eru 824 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani, tí 1. januar í 2000 búðu 45.412 fólk í Føroyum.

Enn er sostatt nakað eftir, áðrenn fólkatalið kemur upp aftur á tað, tað var, áðrenn ta stóru fráflytingina fyrst í nítiárunum. Tá ið flest fólk búðu í Føroyum, var í 1989, tá ið 47.839 fólk búðu í landinum. Men nøkur fá ár seinni, í 1995, var talið komið niður á 43.393 fólk. Men hartil skal sigast, at nógv av teimum, sum komu higar í áttatiárunum, vóru útlendingar, sum bara vóru komin higar fyribils at forvinna pening og sum ongantíð høvdu ætlað sær at verða verandi.


Suðuroy og Sandoy halta aftaná

Annars vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni, at fólkatalið veksur í næstan øllum økjum í Føroyum. Men samstundis heldur tann negativa gongdin, sum hevur verið í Suðuroy og Sandoy, fram, tí hetta eru einastu pláss, sum ordiliga halta aftaná.

Í Suðuroynni búðu 4.974 fólk tann 1. januar í 2000, men 31. desember var eitt fólk færri, tí tá vóru suðuroyingarnir 4.974 í talið. Í Sandoynni vaks fólkatalið eitt fólk, tí 1. januar 2000 búðu 1.449 fólk í Sandoynni og 31 desember vóru tey 1.450 fólk.

Samstundis eru Suðuroyggin og Sandoyggin einastu øki í landinum, har burðaravlopið var negativt, tvs, at færri børn vóru fødd enn tað vóru fólk deyð. Í Suðuroynni var burðarundirskotið 10 fólk í fjør og í Sandoynni, sjey fólk.

Í Norður Eysturoy, vaks fólkatalið 0,7%, tí 1. januar 2000 búðu 1.564 fólk har og 31, desember vóru tey 1.575

Í øllum øðrum økjum í landinum, er fólkatalið vaksið ímillum 1,4, sum var vøksturin í Vágum, og 3,5%, sum var vøksturin í Norðoyggjum, tá ið Klaksvíkar økið er tikið burturúr. Í Klaksvík vaks fólkatalið 2,1%,har búðu 5.123 fólk 1. januar 2000 og 5.233 fólk á nýggjárinum. Í restini av Norðoyggjum búðu 691 fólk 1. januar í fjør, men har búðu 715 fólk í á nýggjárinum.

Og framvegis tysja fólk til høvuðssaðin. 1. januar í 2000 búðu 16.474 fólk í Havn, men á nýggjárinum vóru havnarfólkini 327 fleiri, ella 16.801 fólk. Men eisini í syðru Eysturoy vaks fólkatalið nógv, heili 226 fólk, úr 8.423 fólkum 1. januar í fjør, upp í 8.660 á nýggjárinum.

Men hugvekjandi er tað kanska, at har fólkatalið vaks mest í prosentum, var í teimum trimum útoyggjunum, Mykinesi, Fugloynni og í Hestoy. Í Mykinesi vaks fólkatalið úr 16 fólkum 1. januar í fjør, upp í 19 fólk á nýggjárinum, tað eru 18,5%. Í Fugloy vaks fólkatalið 25% í fjør, tí 1. januar búðu 40 fólk í Fugloy, men 31. desember vóru tey 50 fólk. Í Hesti vaks fólkatalið úr 46 fólkum, uppí 53 fólk, ella 15,2%