Hetta hendi á skipasmiðjuni í San Fernando í Suðurspaniu. Skipasmiðjan hevur smíðað skip seinastu 250 árini. Ferjan skal verða liðug í seinasta lagi 12. oktober 2004 og prísurin er 305 milliónir krónur.
-Eg eri væl nøgdur við, at tað aftaná drúgvar samráðingar er eydnast okkum at undirskriva sáttmála við IZAR. Serliga fegnist eg um, at suðuroyingar nú fáa eina ferju, ið er skræddaraseymað til farleiðina, og at tað ikki hevur verið neyðugt at skarva av projekteraðu ferjuni, sigur Bjarni Djurhiolm.
-Við støði í teimum upplýsingum, ið eg havi fingið um skipasmiðjuna í San Fernando, meti eg, at hon er væl før fyri at byggja ferjuna, so hon lýkur øll tey krøv, ið eru ásett í sáttmálanum og í tilhoyrandi byggispesifiktiónini. Strandfaraskip Landsins fer tó eisini at nýta ta neyðugu orkuna til byggieftirlit í San Fernando til tess at tryggja, at dygdin er í lagi. Strandfaraskip Landsins hevur higartil stýrt verkætlanini á ein sera kompetentan hátt, og eg eri sannførdur um, at henda stýring eisini heldur fram á fullgóðan hátt í byggitíðini, sigur Bjarni Djurholm