Suðuroyggin á dagsskránna!

Bill Justinussen, løgtingslimur

Nú vit eru farin um gáttina til eitt nýtt ár við ófrættakendum tíðundum bæði her heima og úr eysturasiu, kann tykjast týdningarleyst at viðgera okkara egnu heimligu viðurskifti. Men fyri tey, sum her heima í hesum døgum standa uttan arbeiði og liva í óvissu, er hvør dagur ein byrða. Um jólini kom eitt hjartasuff frá einum tingmanni úr Suðuroynni til øll tingfólk, har enn einaferð varð greitt frá truplu støðuni, Suðuroyggin sum heild er í. Síðani tá er støðan versnað enn meiri, nú 50 fólk hava mist sítt arbeiði á Palm Seafood. Tað kann als ikki vera rætt, at støðan skal vera so ymisk frá øki til annað í okkara landafrøðisliga lítla landi. Og tó eru tað kanska júst landafrøðisligu viðurskiftini, sum eru høvuðsorsøkin til, at stórur munur er á vinnuliga virkseminum í Suðuroy og eitt nú Eysturoynni, her vit nærum onki arbeiðsloysi hava. Sum løgtingslimur er tað bæði mín áhugi og skylda at hugsa um trivnaðin hjá øllum føroyingum, og tí havi eg við øllum varsemi loyvt mær at bera nøkur ráð fram, sum vónandi geva endurljóð onkustaðni.

Hvat er til ráða at taka
Spurningurin er, hvat almenni myndugleikin kann gera fyri at betra um støðuna í Suðuroy? Eg haldi, at nakað kann gerast, og vil eg í hesi grein vísa á onkrar møguleikar. Hesar tankar bar eg eisini fram undir viðgerðini av fíggjarlógini og heitti á avvarðandi landsstýrismenn um at taka tey til umhugsunar, men haðani er so ongin reaktión komin.

Differentiera ferðafrádrátt
Ein føroyingur, sum arbeiðir uttanlands, fær samdøgursfrádrátt smb. § 33, nr. 12 í skattalógini. Tá hugsað verður um, at tað í onkrum førum er eins leingi hjá suðuroyingum at ferðast norð um fjørð til arbeiðis og tað er at ferðast uttanlands til arbeiðis, hevði tað verið rímiligt at veitt suðuroyingum sama samdøgursfrádrátt. Nógvir suðuroyingar arbeiða norðanfjørðs, og fyri teirra viðkomandi er tað nærum óhugsandi at ferðast í millum dagliga. Tí flyta fleiri teirra sum frálíður norður um fjørð og festa røtur her. Tað er sera harmiligt fyri hesar familjur at verða noyddar at flyta í mongum førum móti tí, sum tey innast inni ynskja, og tí kundi ein øðrvísi skipan við ferðafrádrátti bøtt munandi um møguleikar teirra at hildið fast um bústað sín í Suðuroy. Ferðafrádrátturin skuldi sjálvsagt verið galdandi hinvegin, og kundi møguliga stimbrað undir, at onkur fyritøka norðanfjørðs byrjaði ella víðkaði sítt virksemi í Suðuroynni.

Differentiera rentustuðul
Eg havi mangan áður ført fram, at rentustuðulin til egnan bústað burdi heldur verið broyttur til ein bústaðarstuðul. Sum er fáa tey við størstu lánunum mestan stuðul. Hetta merkir, at stuðulin til at byggja eini hús á 100 fermetrar í Havnini vanliga er munandi størri, enn um somu hús vórðu bygd í Suðuroy. Av teirri einføldu orsøk, at húsabygging íroknað grundstykki í høvuðsstaðnum er dýrari enn í Suðuroy. At veita størri almennan stuðul til eini sethús í Havnini enn í Suðuroynni er í roynd og veru antiútjagarapolitikkur. Tí er tað eitt hugskot at broyta rentustuðulsskipanina, so tað verður ein fyrimunur at hava bústað í Suðuroynni.

Flytið Húsalánsgrunnin
Mangan verður tosað um at flyta almennar stovnar út um Havnina. Onkur hevur gjørt tað við góðum royndum. Mítt uppskot er at flyta Húsalánsgrunnin til Suðuroyar. Í okkara samskiftisøld er onki til hindurs fyri, at grunnurin kann virka júst á sama hátt, hvar í landinum hann er lagdur, tí meginparturin av samskiftinum gongur um samskiftismiðlar. Har eru nøkur arbeiðspláss, sum við tíðini kundu verið mannað av suðuroyingum.

Staðbundin fiskiloyvir
Um vit meina nakað við útjagarapolitikk, átti at verið hugsað meiri um at býta nøkur fiskiloyvir út til ávís økir í landinum. Tvs. at nøkur fiskiloyvi, sum verða veitt suðuroyingum, bert kunnu umsetast í Suðuroy. Eitt bráfeingis hugskot er at skipa eina útróðrarmiðstøð t.d. suðuri í Vági, har 5-10 útróðrarbátar fáa tillutað hvør sítt fiskiloyvi sum ein royndarskipan. Hetta kundi her og nú givið 10-20 familjum breyð á borðið. Tað eru nógv óvirkin fiskiloyvir í landinum, og tí kundi verið álagt eigarum av slíkum at latið tey til eina slíka skipan.

Politisk viðgerð
Nevndu hugskot eru nøkur, sum í fyrsta umfari kunnu takast upp til politiska viðgerð. Mítt uppskot er, at samgonga og andstøða beinanvegin skipa eitt politiskt forum við tí endamáli at fáa gongd á nøkur tiltøk, sum kunnu koma Suðuroynni til hjálpar. Her havi eg als ikki nevnt "tey tungu" málini, har landsmyndugleikarnir eisini hava ein stóran leiklut so sum miðnámsskúlin, ellisheim í Vági, flakavinnuna, rækjuvinnuna og annað. Hesi viðurskifti eiga eisini at verða viðgjørd í breiðum politiskum forum.

Møguliga kundu omanfyrinevndu politisku tiltøk birt upp undir fleiri arbeiðspláss til suðuroyingar. Undir øllum umstøðum vildu tiltøkini verið gott afturat, tá flakavirkini har suðuri ongantíð ov skjótt lata uppaftur.

Við vón um góða móttøku.