Suðuroyingar gjørt søguliga semju

Hetta er eitt sera stórt framstig, men hetta er bara byrjanin, siga suðuroyingar

Felags Barnavernd

Mánadagurin 31. oktober 2005 var av sonnum ein søguligur dagur há suðuroyingum. Fyrst upplivdu teir tað, at nýggi, stásiligi Smyril kom til Suðuroyar á sínum fyrsta túri við ferðafólki og tað merkir, at hann nú er settur í regluliga rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina.
Øll eru samd um, at hetta er eitt søguligt frambrot fyri Suðuroynna.
Men Smyril hevði ikki meiri enn lagt at, so upplivdu suðuroyingar eina aðra, søguliga hending. Og tað var, tá ið allir borgarstjórarnir í oynni skrivaðu undir eina avtalu um at stovna eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy.
Og fyri at tvinna hesar báðar stórhendingar saman, varð gjørt av, at hendan avtalan ímllum allar kommunurnar í Suðuroy, varð undirskrivað umborð á Smyrli í einari av teimum stásiligu salongunum, beint eftir at hann hevði lagt at av sínum fyrsta túri.
Tað kann kanska tykjast at tað verður gjørt nakað nógv av, tá ið tað verður kallað ein søgulig hendin, at ein felags barnavernd verður skipað fyri alla Suðuroy.
Men tað, sum ger hetta til eina stórhending í oynni, er, at so vítt nakar visti um, er hetta fyrstu ferð, at allar kommunurnar í Suðuroy semjast um eitt samstarv, sum fevnir um alla oynna.
Tá ið tað kom fram, at barnaverndarøkið skuldi leggjast undir kommunurnar at umsita, bendi lítið á, at talan skuldi fara at verða um eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy. Bý- og bygdaráð fóru beinanvegin at arbeiða eftir siðbundnari vanahugsan um at skipa eina barnavernd fyri syðru helvt og eina fyri norðaru helvt í oynni, so tað sá út at ganga sum tað plagar -at Suðuroyggin verður býtt í tvey.
Tað var Porkeris Bygdaráð, sum breyt ísin, tá ið tað samtykti tíðliga í vár at heita á allar kommunurnar í Suðuroy at skipa eina felags barnavernd.
Hóast tað gekk drúgv tíð, frá tí at Porkeris Kommuna tók stig til eina barnavernd, til verulig gongd kom á, kann kann ikki sigast annað, enn at sjálvar samráðingarnar ímillum allar kommunurnar hava sum heild gingið væl.
 Fyrsti fundurin um eina felags barnavernd var ikki fyrrenn mitt í september, so samráðingarnar hava gingið rættiliga væl, segði Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.
 Í arbeiðnum fyri at skipa eina felags barnavernd, hava vit ikki altíð verið samd. Men tað hevur borið til hjá øllum at siga sína hugsan og úrslitið er ein semja, segði ein fegin Eli Frederiksen, sum er borgarstjóri í Porkeri, beint eftir, at tey øll høvdu skrivað undir avtaluna.

Samstarvið skal víðkast
Hann var ikki einsamallur um at fegnast um at tað eydnaðist at savna alla Suðuroy í eina felags barnavernd, tí tað gjørdu allir hinir kommunupolitikararnir eisini.
Og teir flestu av teimum vístu á, at hetta er bara byrjanin.
 Ætlanin er útbyggja samstarvið ímillum kommunurnar í Suðuroy og hjá okkum er tað eitt púra greitt endamál og tað er, at fáa alla oynna savnaða í eina kommunu, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann helt eisini, at hetta manaði allar mýtur í jørðina um, at suðuroyingar kundu ikki samstarva.
 Hetta merkir, at allar kommunur í Suðuroy er farnar at samstarva. Men vit steðga ikki her, tí hetta er bara byrjanin og vit ætla ikki at steðga á. Eg vóni at vit kunnu halda fram at víðka samstarvið, so at vit at enda náa málinum, vit øll tráa eftir og tað er at Suðuroy kann samstarva á øllum økjum, segði Eli Frederiksen.
Kirstin Strøm bech, borgarstjóri í Vági, vónaði at hendan avtalan fór at gagna teimum, sum hon varð ætlað at gagna og tað eru børnunum, sum hava brúk fyri barnaverndini og húskum teirra.

Ein limur úr hvørjari kommunu
Avtalan ímillum kommunurnar um eina felags barnavernd kemur í gildi í dag, allahalgannadag, 1. november.
Tað eru sjey kommunur í Suðuroy og tað verður ein limur úr hvørjari kommunu í barnaverndini.
Fyri at fáa gongd á barnaverndina, skal hon fyribils hoyra undir eini sosialari deild á Tvøroyri.
Jens Johannesen, formaður í Sosialu nevnd á Tvøroyri, sigur, at tann sosiala deild, sum ætlanin er at stovna á Tvøroyri, skal í fyrstu syftu bara hýsa barnaverndini.
Tað er nevniliga ein partur av nýggju avtaluni ímillum kommunurnar, at tað eisini skal stovnast ein felags sosial deild fyri alla oynna og tað arbeiðið fer ígongd sum skjótast.
Av tí at arbeiðið ikki er komið nakran veg, kundi ongin siga nakað um, hvussu hon verður skipað, men ein sannlíkur møguleiki, sum fleiri politikarar nevndu, er, at talan verður um eina sosiala umsiting við tveimum deildum, einari í norðaru helvt á Tvøroyri og einari í syðru helvt í Vági og hendan umsitingin skal so umsita alt tað sosiala málsøkið.
Nú hava fleiri kommunupolitikarar sagt at hetta er bara byrjanin til eitt samstarv ímillum allar kommunurnar, sum skal vera nógv meiri umfatandi. Hava tit tosað nakað um, hvørji onnur øki, tit kunnu samstarva um?
Nei, tað hava vit ikki sum so. Men tað frættist, at landsstýrið ætlar eisini at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita, so tað er kanska nokk so nærliggjandi at hugsa um tað, tí tá haldi, eg, at tað er neyðugt at verða til reiðar at taka ímóti eldraøkinum, sigur Jens Johannesen.
Sjálvur væntar hann, at eldraøkið verður tað næsta stórmálið, sum kommunurnar í Suðuroy fara at tosa um at samstarva um.
Men hann heldur at í hesum høpi verður talan um eldraøkið, sum heild og ikki bara einstakir lutir í tí.