Seinastu tíðina hevur verið fokus á trupulleikar, ið barnakonur í Suðuroy hava í samband við, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er stongd.
Tað hevur m.a. við sær, at barnakonur mugu av oynni í góðari tíð, og ofta verða tær koyrdar í íbúðir, ið eru í minnið góðum standi.
Suðuroyingar eru sum verða mann, ikki nøgdir við umstøðurnar og nógv hava funnið saman, við tí fyri eyga at sláa ring um Suðuroyar Sjúkrahús og verja tí móti fleiri sparingum.
Tey hava ein bólk, ið eitur Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi á Facebook og Tey hava eisini hevur skipa seg við eini nevnd.
Tey hava nú sent eitt skriv til Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í Heilsumálum, har tey siga, at nokk er nokk.
Tey finnast harliga at mátanum, ið Suðuroyar Sjúkrahús verður viðfarið og tey góðtaka ikki longur, at eingin føðistova er. Í stuttum siga tey, at tey ynskja sær einki longur, men krevja, at føðistovan skal lata upp aftur og tað, sum krevst hartil, skal gerast.
Seinastu tilburðurin, har ein kvinna átti umborð á Smyrli, er tann seinasti dropin, ið ger at tað flýtur yvir. Tey siga, at barnakonur úr Suðuroy hava líka góðan rætt at eiga síni børn í frið og náðum, eins og allar aðrar. Tað skal fara fram uttan at stúra fyri at fara norð til Havnar, ofta uttan familjuna.