Klokkan 06 í morgun skuldi Smyril fara av Krambatanga, men hann hevur ikki loyst frá kei enn. Nógvir suðuroyingar, sum arbeiða í Havn, vera tí ov seinir til arbeiðis í dag.
Har er okkurt galið við hekkuportrinum, og mann veit enn ikki heilt, hvat orsøkin til brekið er. Tað er ikki ofta, at tað er galið við hekkuportrinum á Smyrli, men tað er komið fyri einaferð fyrr.
- Vit arbeiða við hond og fót fyri at fáa hekkuportrið at rigga aftur. Tað, sum vit hildu vera eitt lítið tekniskt brek, vísti seg at vera meira umfatandi, sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari.
Strandferðslan hevur arbeitt upp á at fiksa hekkuportrið síðan klokkan 06 í morgun, men enn er eingin loysn funnin. Strandferðslan boðaði ikki frá í morgun, tá tað var greitt, at teknisk brek var, men nú boðar Strandferðslan í øllum førum frá avlýsingum. Fráferðirnar úr Havn klokkan 08:45 og 11:30 av Krambatanga eru sostatt avlýstar.