NÚ um dagarnar bórust tey tíðindi, at Smyril verður tikin úr siglingini í góðan mánað, tí ymsar ábøtur skulu gerast. Dúgvan skal so sigla hesa tíðina um Suðuroyarfjørð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar eru misnøgdir fyri ikki at siga í øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð, og tað er eingin loyna, at tey eru mong, sum fegin sóu Dúgvuna sigla á hesi leiðini alt árið.
MEN tað er so sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn.
TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjørðs - og tað er her at bæði løgting og landsstýri hava síni sæti umframt mest sum allir almennir og privatir stovnar - hava lyndi til at gloyma tann veruleika, sum íbúgvararnir í Suðuroynni mugu liva undir.
STRANDFERÐSLAN er sjálv meginlívæðrin í føroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at røkja siglingina millum oynna og meginlandið er einki minni enn ein sjálvfylgja. Alt, sum bara líkist lappaloysnum, eigur at verða kveistrað til viks. Tí lappaloysnir kunnu vera vandamiklar. Og er tað nakað, sum vit ikki mugu ganga uppá akord við, so er tað trygdin.
VIT kunnu bara ímyndað okkum ta katastrofu, um ein óegnaður avloysari til Smyril var fyri einum óhappi og hetta kostaði mannalív. Bara tankin um hetta eigur at fáa okkum øll at seta føtur í spenni og siga kortanei til skip, sum rætt og slætt ikki er egnað til hesa farleið.
SUÐUROYINGAR hava okkara fulla stuðul. Málið er nú í hondunum á sjálvum løgmanni, ið jú umsitur hetta mál. Hann hevur sagt, at tað verður kannað, um til ber at leiga eitt annað hóskandi skip, meðan Smyril er til umvæling. At málið liggur í hondunum á sjálvum løgmanni átti so at verið ein eyka trygd hjá suðuroyingum, tí er tað nakað, sum eigur at vísa slíkum álvarsmáli ans, so er tað nettup landsins hægsti maður.
ANNARS er spurningurin um Strandferðsluna og samferðsluna sera átrokandi at taka upp. Vit hava hoyrt um uppskot til at endurnýggja henda flotan. Nú tað stundar fram móti vali kann roknast við, at flokkarnir fara at koma við boðum uppá, hvussu okkara samferðsla millum oyggjarnar skal síggja út langt inn í næstu øld. Hetta hoydu vit so lutvíst nakað til undir orðaskiftinum á tingi nú um dagarnar. Men tað er ikki slíkt orðaskfiti vit hava brúk fyri, har fólkaflokkurin og sambandið hava víst sína andstýgd til alt sum alment er. Hvussu víkir og vendir, so ber ikki til at privatisera alt samfelagið. Tað vilja altíð vera uppgávur, sum tað almenna má taka sær av, uppgávur, sum teir privatu ikki meta verða lønandi. Tí er tað hugstoytt at hoyra sjálvan løgmann fara upp í kórið hjá Breckmann og niðrugera tað almenna. Fasttakið fólkaflokk og keisara floksins Breckmann fyri vamlisligu álopini á øll tey, sum royna at gera sítt besta í tí almenna sektorinum, sum frammanundan er niðurkoyrdur av sparingum. Her skal Ingeborg Vinther hava rós fyri altíð greiðu og avgjørdu støðu sína móti teimum fúlu og hatsku álopunum frá fólkaflokkinum móti alment løntum og teirra fakfeløgum. Tað er greitt, at við hesi lortaspann niður yvir tað almenna hevur fólkaflokkurin lagt enn størri sjógv millum seg og aðrar flokkar. Millum hesar teljast ikki minst javnaðarflokkur og tjóðveldisflokkurin.