Suðuroyartunnilin: Tað er vandi fyri at onkur fær kaldar føtur

Suðuroyartunnilin kann missa undirtøku í Løgtinginum, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin

Hvørja ferð, ætlanin at gera ein Suðuroyartunnil hevur verið til umrøðu í Løgtinginum, hevur næstan eingin endi verið á vælvildini, tí eingin hevur sagt annað enn at tað er rætt at gera hann. Men spurningurin er, um Løgtingið hevur ligið sjóvarfallið av sær. Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, heldur nevniliga, at sum gongdin er í løtuni, er tað ikki longur sjálvsagt, at Løgtingið fer at taka undir við ætlanini.

Rentan er hækkað eitt sindur hesa seinastu tíðina og útlit eru fyri enn fleiri rentuhækkingum. Og Bill Justunissen sigur, at tað, hann týðiliga merkir á summum løgtingslimum, er, at fer rentan nakað upp, fer tað ikki at bera til at gera undirsjóvartunnilin, tí so verða rentuútreiðslurnar ov høgar. Akkurát hvar pínumarkið er, ella hvørjar politikarar, talan er um, sigur hann einki um.

Men sjálvur vissar Bill Justinussen um, at tað er ikki hann, sum fær kaldar føtur, tí hann er sannførdur um, at tað er rætt at gera tunnilin. Gongdin í samfelagnum er so óviss, at fer rentan upp, er einki í vegin fyri, at hon lækkar aftur.

Men annars vísir løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin á, at nú eru tað mesta av teimum heilt stóru íløgunum í samferðsluna longui gjørdar. Nýggj skip til Strandferðsluna, og onkrir tunlar eru eftir at avgreiða. Men hetta merkir, at í nógv ár framyvir verður pláss á fíggjarlógini fyri eini stórari íløgu í Suðuroyartunnilin, uttan at spreingja íløgukarmin hjá landskassanum.   

Hann vísir eisini á, at Smyril er ikki ókeypis í rakstri heldur og nú er menningin í Suðuroy so stór, at tað er brúk fyri tveimum skipum fyri at halda tørn. Skipini skulu eisini endurnýggjast - og tað er ikki ókeypis, so samanumtikið er tað nokk minni munur á útreiðslunum í longdini.

– Tað vísir seg eisini, at hvørja ferð, vit gera íløgur í samferðslukervið fyri at menna tað, svarar samfelagið aftur við øktum inntøkum, og sostatt eisini øktum inntøkum til landskassan, tí tað gevur okkum so stórar møguleikar og førir til menning og framdrift, so tað einasta rætta er at gera undirsjóvartunnilin, sigur Bill Justinussen.