Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, ta vónina havi eg, og eg havi álit á, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður, projekteraður og boðin út.
Tað sigur Anita Vibergsdóttir, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu.
Hon vísir á, at Suðuroyggin telur umleið 10 prosent av Føroya fólki, og sjálvandi skulu suðuroyingar hava somu rættindi, sum restin av Føroyum.
- Tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, var tað fyrsta stig á suðurleiðini, og nú er tíðin komin, at Suðuroyggin verður knýtt uppí restina av Føroyum. Føroya løgting fer ikki at velja Suðuroynna frá og lata okkum vera afturúrsigld. Ta støðuna dugi eg ikki at ímynda mær.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Fyri Suðuroynna hevur ein tunnil alt at siga. Tað er ein spurningur, um oynni skal verða lív laga ella ikki.
Og Anita leggur aftrat:
- Við tunlinum fáa eisini suðuroyingar frælsi at ferðast frítt og ómakaleyst, tá vit vilja, og tá vit hava tørv á tí. Hetta er ein sjálvfylgja hjá meginpartinum av føroyingunum í dag, og tann rættin skulu vit eisini hava.
Hon sigur, at tunnilin verður avgerandi fyri, um tey ungu velja Suðuroynna til ella frá.
- Tunnilin er lykilin til eitt fjølbroyttari arbeiðs- og familjulív. Sum nú er, ber illa til at arbeiða aðrastaðni enn í Suðuroynni, tí ferðasambandið hóskar ikki til nútíðarsamfelagið.
Eisini fyri vinnulívið í Suðuroy hevur ein tunnil stóran týdning, tí fasta sambandið fer at gera tað lættari uppá allar mátar at virka. Sum nú er, skal alt leggjast til rættis eftir Smyrli.
- Tunnilssambandið fer ikki bert at gagna Suðuroynni, men er ein neyðug útbygging fyri allar Føroyar, sigur Anita.
Hon vísir á, at fyri ítrótta- og mentanarlívið verður tunnilin eitt risa frambrot, tí tá kunnu suðuroyingar luttaka á jøvnum føti við onnur í landinum - uttan at skulu verða heimanífrá heilar dagar.
- Tað verður eisini ein stór broyting og lætti fyri øll, sum skulu eitt hvørt sunnanfyri ella norðanfyri - ikki at skula noyðast at leggja ein heilan dag av fyri at fáa ørindini avgreidd, eitt nú hjá lækna, til viðtalur ella fundir.
Anita heldur fyri, at nú vit skriva 2026, er tað ein sera stórur munur á, hvussu fólk flyta seg í dag og fyri bara 20-30 árum síðan.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Ja, Suðuroyggin hevur ikki tíð at bíða. Eg eri jalig av lyndi, so eg vóni, at løgtingið tekur avgerðina at fyrireika Suðuoyartunnilin nú. Hetta er ein stór avgerð, men tað verður ikki bíligari, um vit útseta Suðuroyartunnilin.
Hon vísir á, at soleiðis, sum støðan er, gongur tað bara ein veg við fólkatalinum og fólkasamansetingini í Suðuroy, og hon er rættiliga sannførd um, at vánaliga ferðasambandið er ein stór orsøk.
- Vit síggja, hvussu stóran týdning fasta sambandið til Sandoynna hevur havt, sigur Anita.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- So spyrji eg bara: Hvør er so ætlanin? Hvørjar ætlanir hevur okkara háttvirda løgting fyri okkum sum búgva, liva og virka í Suðuroynni?
##med2##
Og Anita leggur aftrat:
- Vit hava hoyrt um eina ørgrynnu av spurningum um kanningar, sum skulu gerast og farleiðir í samband við málið um Suðuroyartunnilin, men ikki eitt orð um, hvør ætlanin er, um tunnislmálið fellur.
Býráðslimur í Tvøroyrar kommunu spyr, hvør ætlanin er við Smyrli, um Suðuroyartunnilin verður skotin út.
- Sum nú er, síggja vit, hvussu tað gongur skeiva vegin. Avlýsingar vegna veður og óbrúkilig avloysaraskip. Er hetta tað, sum løgtingið vil bjóða okkum í framtíðini? spyr Anita Vibergsdóttir, nú Suðuroyartunnilin í løtuni liggur í fíggjarnevndini.
Lesið eisini -
Koyrandi til Suðuroyar um 10 ár - https://www.in.fo/news-detail/um-alt-gongur-vael-koyrandi-til-suduroyar-um-tiggju-ar












