- Um løgtingið samtykkir uppskotið, og tunnilsmarknaðurin er góður, tá verkætlanin verður boðin út, skuldi verið koyrandi undir Suðuroyarfirði í umleið 2036, sigur Teitur Samuelsen

Um alt gongur væl: Koyrandi til Suðuroyar um 10 ár

- Verkætlanin við Suðuroyartunlinum líkist ómetaliga nógv verkætlanini við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum. Tá var talan um 22 kilometrar av tunlum, og tað er tað aftur hesaferð, sigur Teitur Samuelsen

 

 

 

- Um løgtingið samtykkir uppskotið, og tunnilsmarknaðurin er góður, tá verkætlanin verður boðin út, skuldi verið koyrandi undir Suðuroyarfirði í umleið 2036, sigur Teitur Samuelsen

Í VikuskiftisSosialinum í síðstu viku var tema úr Suðuroy, og her fekk stjórin í P/F Suðuroyartunlinum høvi at svara nøkrum spurningar, sum vit meta hava almennan áhuga. 

 

Hvørjar heimildir liggja í uppskotinum, sum fíggjarnevnd løgtingsins í løtuni hevur til viðgerðar, um fyriliggjandi uppskot verður samtykt á løgtingi? 

- Í høvuðsheitum gevur lógaruppskotið P/F Suðuroyartunlinum heimild til at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi vegasambandi. Hetta soleiðis, at kostnaðurin av verkætlanini verður meira kendur. 

Teitur Samuelsen sigur, at uppskotið soleiðis ikki gevur heimild til at byggja Suðuroyartunnilin, men at fyrireika, projektera og bjóða tunnilin út. 

Hvat er eftir at gera, og hvussu sær tíðarramman út, áðrenn Suðuroyartunnilin kann bjóðast út?  

- Tað er ymiskt eftir at gera, men leistin kenna vit frá byggingini av Eysturoyar-og Sandoyartunlinum. Her skulu smærri jarðfrøðiligar kanningar gerast, endaligar umhvørviskanningar, myndugleikaviðgerð, detailprojektering, góðskutrygging og ymiskt annað.

Tunnilsstjórin væntar, at alt hetta saman við útboðnum fer at taka eini tvey ár.

 

Hevur tú sum tunnilsstjóri vónir um, at Suðuroyartunnilin kann byggjast og fíggjast á ein slíkan hátt, sum politiski myndugleikin og føroyska samfelagið kunnu liva við?  

- Ja, tað vildi eg hildið. Hetta líkist ómetaliga nógv verkætlanini at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tá var talan um at gera 22 kilometrar av tunlum, og tað er tað umleið aftur hesaferð. 

Teitur Samuelsen sigur, at í verkætlanini við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum varð sera stórur dentur lagdur á at avmarka allar hugsandi váðar – ja, kanska meira enn vanligt, tí verkætlanin var so stór. 

- Hetta eiga vit aftur at gera hesaferð, tó at fyritreytirnar eru eitt sindur øðrvísi. Eitt nú skal felagið ikki sjálvt útvega fígging og tískil tryggja sær likviditets- og rentuváðan. 

Hann vísir á, at tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu fyrireikaðir, var sera stór óvissa um inntøkurnar. 

- Í Suðuroyartunlinum er tann óvissan nógv minni. Stuðulin til suðuroyarleiðina kostar í dag landskassanum einar 140 milliónir krónur um árið í miðal. 

 

Tunnilsstjórin vísir á, at tá P/F Suðuroyartunnilin er liðugt bygdur, skal tunnilin hava henda stuðul í staðin fyri sjóvegis farleiðina - fram til, at íløgan í Suðuroyartunnilin er afturgoldin. 

- Hetta verður ein trygg inntøka hjá felagnum, sum svarar til umleið 2/3 av samlaðu árligu inntøkunum, sum felagið skal hava. Tí eru meira óvissu inntøkurnar frá ferðsluni ein minni váði av tí, at tær bert eru umleið 1/3 av samlaðu árligu inntøkunum hjá P/F Suðuroyartunlinum. 

Hann vísir á, at verður Suðuroyartunnilin bygdur, verður ikki neyðugt hjá landinum at byggja ein nýggjan Smyril, sum helst kostar eini 20-25% av samlaða kostnaðinum av verkætlanini.

- Haraftrat kemur, at verður ein nýggjur Smyril bygdur í staðin, fer allur peningurin helst av landinum, tí ein nýggjur Smyril vildi helst verið bygdur uttanlands. Við byggingini av Suðuroyartunlinum endar ein fittur partur av peninginum aftur í landskassanum sum skattur og avgjøld.

 

Teitur Samuelsen ásannar, at hin stóri vandin liggur í fyrireikingunum, útboðnum og sjálvari byggingini av tunlinum. 

- Men, fyri at avmarka váðarnar í samband við fyrireikingarnar, hava vit valt at brúka somu fólk og feløg, sum fyrireikaðu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hesi eru millum tey mest royndu innan fyrireiking av stórum undirsjóvartunlum í Norðanlondum.

Tunnilsstjórin sigur, at við tí endamáli at avmarka váðarnar í samband við útboð og bygging av Suðuroyartunlinum, hevur verið roynt og mælt til at gera verkætlanina so einfalda sum gjørligt. 

- Hetta fyri, at fleiri fyritøkur skulu verða áhugaðar í at bjóða uppá verkætlanina, eins og byggiváðin skal verða so avmarkaður sum møguligt, leggur hann aftrat. 

Um politiski myndugleikin tekur undir við verkætlanini, eftir at tilboðini eru komin inn – nær væntar tú so, at fyrsta skotið til Suðuroyartunnilin verður latið av?  

- Um alt gongur sum ætlað, kann tað verða í 2028, og tað fer at taka umleið átta ár at fremja byggiverkætlanina, sigur Teitur Samuelsen.

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fær fyri Suðuroynna og Føroyar, og heldur tú, at hetta er ein skilagóð íløga í framtíðina? 

- Eg hugsi, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa alstóran týdning fyri Suðuroynna í framtíðini. Møguleikarnir fyri vinnuligari menning fara at gerast munandi størri, og harvið eisini møguleikarnir fyri, at fólk fara at støðast betri. Hetta fer so aftur at føra við sær, at mentunarlív, ítróttarlív og trivnaðurin í oynni sum heild gerst betur. 

Tunnilsstjórin vísir á, at tunnilin eisini fer at gera, at suðuroyingar fáa eina betri atgongd til allar tær vælferðartænastur, sum vit norðan fyri hava. 

- Hyggja vit eftir øllum hinum undirsjóvartunlunum, sum eru bygdir í Føroyum, munnu fáa vera í iva um, at teir hava broytt Føroyar munandi og hava verið ein skilagóð íløga, eins og tunlarnir hava ment Føroyar. Soleiðis fer Suðuroyartunnilin helst eisini at verða, um byggingin eydnast væl, heldur hann.

 

Men, nær væntar so tunnilsstjórin, at Suðuroyggin verður knýtt upp í meginøkið við tunnilssambandi, um alt gongur væl? 

- Um løgtingið samtykkir uppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, og tunnilsmarknaðurin er góður, tá verkætlanin verður boðin út, so kostnaðurin ikki verður alt ov høgur, skuldi verið koyrandi undir Suðuroyarfirði í umleið 2036, sigur Teitur Samuelsen, sum eisini var við til at loysa risastóru uppgávuna við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, sum í 2025 samanlagt kláraðu at svara hvørjum sítt – uttan innskot úr landskassanum.

 

 

 

 

 

- Um løgtingið samtykkir uppskotið, og tunnilsmarknaðurin er góður, tá verkætlanin verður boðin út, skuldi verið koyrandi undir Suðuroyarfirði í umleið 2036, sigur Teitur Samuelsen