Suðuroyggin kallar

- Enter-Suðuroy tiltak við øllum møguleikum á einum stað.

 

Í Salt mánakvøld 29. des. kl.15-21

 

Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki, ið varpar ljós á alt tað góða í Suðuroynni. Orsøkin til at skipa fyri tiltakinum er, at vit hava tørv á, at fólk flyta aftur til oynna, og vit fáa vend í skeivu gongdina.

 

Suðuroyggin hevur ótrúliga nógvar møguleikar bæði til børn, ung, vaksin og eldri, og við hesum tiltaki ynskja vit at vísa á allar møguleikarnar á einum stað.

 

Talan er bæði um arbeiðsmøguleikar, bústaðarmøguleikar, frítíðarítriv osv. - alt, ið kann vera innbjóðandi fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Dagurin verður ein heildaruppliving av tí, ið Suðuroyggin hevur at bjóða, har allar fyritøkur, vinnurekandi, áhugafeløg, ítróttar- og listafeløg í Suðuroynni hava møguleika fyri at hava ein bás og møguleika fyri at vísa, hvat tey hava at bjóða. Dagurin er eisini ein gyltur møguleiki hjá luttakarum at hittast, netverka og harvið styrkja núverandi virksemi í oynni.

 

- Latið okkum fáa streymin at peika móti Suðuroynni !

 

- Latið okkum selja okkum sum eina oyggj !

 

- Latið okkum vísa, hvussu fantastiskt tað er at búgva her !

 

- Latið okkum standa saman um at fáa fólk at flyta suður !

 

- Latið okkum varpa ljós á alt tað jaliga, sum Suðuroyggin hevur at bjóða !

 

- Latið okkum vísa, hvussu fantastiskt tað er at búgva her !

 

Fyribilsskrá:

 

- Básar: arbeiðspláss / vinna / frítíðarvirksemi / áhugamál

 

- Framløgur hvønn tíma

 

– persónligar søgur um at liva í Suðuroynni

 

- Kaffiprát við ein suðuroying

 

- Tónleikur

 

- Matsøla

 

- Barr

 

- Quiz við góðum vinningi

 

- Spælirúm til børn

 

Vit ynskja at hoyra frá tær, ið hevur okkurt áhugavert at vísa á ella at fortelja.

 

- Ert tú t.d. vinnurekandi

 

- Hevur tú eina spennandi fyritøku

 

- Hevur tú eitt áhugavert starv

 

- Leiðir eitt stuttligt frítíðarvirksemi

 

- Hevur eitt hvørt hugvekjandi at vísa fram

 

Melda teg til tiltakið við at senda ein teldupost [email protected] í seinasta lagið 01.12.25. Luttøkugjad á 500 kr. fyri eitt 2 m2 øki, ið luttakarin sjálvur stendur fyri, siga Valkyrjurnar í tíðindaskrivi.