Suðuroyingar fyri friði hava samhugatiltak í kvøld

Tey fara at vísa sín samhuga við Ukraina - og øðrum krígsraktum økjum í heiminum

Tað er her, uttan fyri kongliga einahandlinum, at tiltakið verður. Myndina tók Rasmus Steintórsson Biskopstø

Klokkan 18 í kvøld, mikukvøldið, verður lítið tiltak á Tvøroyri, har fólk hittast at vísa sín samhuga við  fólkinum í Ukraina, og fólki í øllum øðrum krígsherjaðum økjum. Tað eru tey, ið kalla seg borgarar fyri friði, sum skipa fyri samhugatiltakinum, sum verður uttanfyri Kongaliga handilin á havnarlagnum á Tvøroyri.

Har fer Dagfinn Olsen at hugleiða og Jónsvein Bech, prestur, lýsir frið og tøgn í ein minutt, livandi. Tónleikinum standa Eyðun Nolsøe, Lív Næs og Tróndur Enni fyri.

Eftir tiltakið verður Tvøroyrar kirkja latin upp har Petur Martin Johannesen, organistur, spælir urgutónar og har fólk fáa høvi til at sita í tøgn og at tendra ljós fyri teimum, tey hava hug til. Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í, hava ljós við - og eina lítla termokannu.

Tað er her, uttan fyri kongliga einahandlinum, at tiltakið verður. Myndina tók Rasmus Steintórsson Biskopstø