Ensku poppgenturnar í Sugababes eru sum so mong onnur fjepparar av sendingini Top Gear, og nú bjóða tær vertinum, Richard Hammond, at tær vilja koma á sjúkrahúsið at halda eina konsert fyri honum á stovuni har hann liggur, skrivar bretska blaðið the Sun.
Hammond er veruliga við at koma fyri seg aftur, eftir at hann í síðstu viku varð heilaskaddur, tá hann í einum sonevndum drag-rasarabili koppaði við yvir 400 km/t.
Læknarnir søgdu longu hósdagin, at Richard Hammond væntandi fór at koma seg rættiliga væl eftir óhappið, men teir høvdu ikki væntað, at tað fór at ganga somikið skjótt. Hóskvøldið meðan vinmaðurin og starvsfelagin hjá Hammond á Top Gear Jeremy Clarkson sat við hansara lið á sjúkrahúsinum í Leeds, raknaði Hammond við, og spurdi hvar hann var.
- Eg greiddi honum frá, at hann var á sjúkrahúsið, tí hann hevði verið í eini ferðsluvanlukku, sigur Clarkson við The Sun.
Hammond spurdi um vanlukkan var hend, tí hann koyrdi sum ein idiot. Hann fór síðan á føtur og gekk heldur ristbeintur út á vesið.
Enn er ikki greitt um Hammond fer at taka av tilboðnum um, at fáa vælumtóktu poppgenturnar í Sugababes at syngja fyri sær.