Tá ið Mary í Garði var stjóri í Nærverkinum, kundi vera trupult at fáa orð á hana. Nú, hon er søgd úr starvi, hevur hon knappliga ríkiligt av tíð.
- Hetta havi eg ongantíð áður upplivað, tí havi eg ikki arbeitt, havi eg verið í útbúgving, sigur hon.
Hon gjørdist ikki beinleiðis kløkk, tá ið hon 29. august fekk ætlanarskrivið um uppsøgn, tí alt árið hevur ligið í luftini, at Almannastovan og Nærverkið skuldu leggjast saman.
- Men tað kom óvart á meg, at eg ikki skuldi fylgja við samanleggingini.
Tað var einki serliga stuttligt at koma heim tann dagin og skula siga frá, at hon var søgd úr starvi, tí tað hevði eingin væntað.
Lagið var kanska ikki tað besta, men Mary í Garði tók ikki uppsøgnina sum so nógv onnur við at fara niður við flagginum. Lívið stegaði ikki upp fyri tað.
Óvissan
Tað var ein strævin tíð bæði fyri hana og hini starvsfólkini í Nærverkinum at liva í óvissu so leingi, áðrenn avgerðin var tikin.
Óvissan hjá henni gjørdist ikki minni, tá ið boðini komu um, at ikki skuldi lýsast eftir stjóra til samanlagda stovnin.
- Tað upplivi eg sum, at eg og stjórin á Almannastovuni vórðu settar upp móti hvør aðrari sum í kapping. Eg upplivdi tað sum at verða hongd út á snór.
Avgerðina um at leggja stovnarnar saman skilir Mary í Garði ikki rættiliga, tí eingin kanning er gjørd, sum undirbyggir, at tann samanleggingin er skilagóð.
- Tað var ein reint politisk avgerð, sum Rósa Samuelsen , landsstýriskvinna hevur sagt, at flokkarnir vóru samdir um avgerðina.
Grundgevingarnar hjá landsstýriskvinnuni vóru tær vanligu, betri tænasta, betri málsviðerð, burtur við dupultfunksjónum og at fáa meira fyri hvørja krónu.
Mary í Garði ivast.
Eingin kanning
- Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi, tá ið allur rakstur varð fluttur út av Almannastovuni. Áðrenn tað varð gjørt, vóru kanningar gjørdar, sum vístu, at tað var rætt at skilja raksturin frá lógarbundnu peningaveitingunum, sigur Mary í Garði.
Hon veit einki um, at stórvegis misnøgd hevur verið við at hava bæði Almannastovu og Nærverk. Eftir hennara tykki hevur skipanin virkað væl - ongin álvarslig kreppa var á stovnunum báðum sum hevur gjørt, at tað var neyðugt at taka so víðfevnd stig - óundirbygt.
- Eg segði mína hugsan við aðalstjóran. Hvørki eg ella nøkur av starvsfólkunum hava fingið hoyring, áðrenn avgerðin varð tikin, og harvið fingið møguleikan at siga sína hugsan og gera sínar metingar, sum vanligt er.
Í hoyringsvarinum rak Mary í Garði framundir, at tað vóru gegnistrupulleikar í málinum og í samband við tilgongdina.
Tað er farið
Alt tað vil Mary í Garði í hesi samrøðuni ikki tosa meira um.
- Nú er alt hatta farið, og eg havi fingið endaligu uppsøgnina. Eg sigi mína hugsan, tá ið hon skal sigast, og á rætta stað, og so er liðugt. Eg havi ongantíð rópt hart, bara roynt at fáa alt at ganga, og eg eri sera loyal og royni so langt sum gjørligt at samstarva og samskifta virðiligt. Eftir mínum tykki eiga almennir stjórar ikki altíð at rópa hart, heldur at virka fyri at sleppa undan øllum tí neiliga.
Mary í Garði arbeiddi fyrst í fleiri ár sum sjúkrarøktarfrøðingur. Síðan var hon í fýra ar í starvi hjá sjúkrahússtjóranum, og aftaná tað var hon virkandi sjúkrahússtjóri eitt skifti, meðan leiðslan varð umskipað. Í 1998 fór hon í starv sum fíggjarstjóri í Almanna- og Heilsumálaráðnum. Har varð hon í trý ár og fór so í starv í Fiskimálaráðnum.
- Har dámdi mær eisini væl, og tað var áhugavert at fáa vitan um nakað annað, um onnur samfelagsviðurskifti, fiskiloyvi, trygd á sjónum, inntøkutrygd og alt tað, men eg longdist aftur til mítt fakøki, og í 2003 fekk eg starv sum stjóri fyri heimarøktina og serforsorgina.
Í 2006 varð navnið á stovninum broytt til Nærverkið, og tað heldur Mary í Garði vera eitt heppið valt orð, tað sum á donskum liggur næst tí, sum eitur primærsektor.
Eftir at raksturin í 1999 varð fluttur út av Almannastovuni, vaks Nærverkið so hvørt sum Almannastovan minkaði. Í Nærverkinum eru umleið 1600 starvsfólk við øllum og á Almannastovuni umleið 100.
Farvæl
Mary á Garði er nokkso avklárað við, at hon ikki fekk starvið, og hon hevur verið og sagt sínum nú fyrrverandi starvsfólkum farvæl.
- Tað var gott at kunna siga farvæl fyri at kunna siga góðan dag til nakað nýtt, sigur Mary í Garði.
Hvat tað nýggja verður, veit hon ikki enn. Almannamálaráðið skal royna at finna henni nýtt starv, og hon hevur í hvussu er rætt til løn í 3 ár. Hon hevur eisini spurt seg fyri sjálv og fingið okkurt prei.
- Eg dugi ikki at ganga fyri einki, tí tað havi eg ongantíð gjørt.
Upp á ein máta heldur hon tað vera gott at steðga eitt sindur á nú. Hóast tað var heldur fyrr, enn hon hevði ætlað sjálv. Hon hevði ongantíð ætlað sær at verið stjóri í Nærverkinum fyri lívið. Í mun til heimalívið er tað nokk til gagns, at hon ikki bleiv stjóri á samanlagda stovninum.
Óheppin avgerð
Hon væntar, at tað verður trupult starvsfólkaliga at hava bæði Nærverk og Almannastovuna undir einum, tí tá fer ikki at bera hjá fólki at flyta í annað starv, millum stovnar, sum onkuntíð er neyðugt. Skipanin á almannaøkinum verður so afturlatin.
Fyri Mary í Garði merkir samanleggingin, at hon nú ikki sleppur at brúka allan sín fakliga førleika á almannaøkinum.
- Men eg eri so heppin, at eg eisini havi eina umsitingarliga útbúgving, og hon kann brúkast allastaðni
Tá ið Mary í Garði nú hyggur aftur um seg, er hon ikki sørt errin av Nærverkinum. Hon hevur verið við til at gjørt fleiri upptak, samstundis sum Nærverkið er ment nógv sum stovnur hesi seinastu árini. Hon hevur eisini verið við til at givið fólkum sorg, tá ið hon noyddist at siga tey upp.
Tað er ein sorg, sum hon nú sjálv stendur mitt í.
- Men eingin skal taka synd í mær fyri tað. Eg havi arvað mítt ljósa lyndi, eri fegin um mítt arbeiðslív higartil og havi góðar vónir um at koma í gongd aftur skjótt.
Og beisk er hon ikki.
- Eg vóni, at alt spælir væl av hjá Nærverkinum, og at tað ikki skramblar saman, sigur Mary í Garði.