? Eg visti ikki, at henda virðislønin var til, so tá hon kemur sum sólin upp úr havinum, so kann ein siga, at eg varð yvirraskaður, segði Jóanes Nielsen eftir setanina og handanina av virðislønini.
Hann sigur eisini, at tað liggur ein serlig fáfongd í at hava fingið hesa virðislønina.
? Tá ein hevur fingist við at skriva, so er ein slík virðisløn stimulerandi. Og eg haldi eisini, at tað hevur eisini eitt sindur við fáfongd at gera, tá leikurin nú verður uppsettur í øllum Norðanlondum, sigur rithøvundurin.
Jóanes Nielsen fortelur eisini, at tá hann hevði sæð leikin, helt hann ikki, at hann smæddist burtur ímillum hinar.
? Eg haldi ikki, at tað var so løgið, at hann varð innstillaður, sigur Jóanes Nielsen at enda í stuttu samrøðuni.