Í gjár skrivaðu vit um, at toftamenn vóru ikki við hús aftur fyrrenn mánanáttina klokkan fýra, eftir at teir høvdu verið í Vági og spælt. Teir vóru farnir suður við útróðrarbáti tíðliga sunnumorgunin.
Klaksvíkingar fóru suður leygardagin, og sjálvt um teir komu norður aftur av Tvøroyri og til Havnar við Bliki, so láta teir illa at, at tað var ófriðarligt. Teir leigaðu útróðrarbát um Leirvíksfjørð og vóru aftur á Klaksvík mánanáttina klokkan hálvgum tvey.
Tá hesar reglur verða lisnar kring landið, verður tað kanska onkur, sum fer at vita frá onkrari langari fótbóltsferð at siga. Men lítil ivi man vera um, at sumbingar í hesum døgum eru við at seta met, tá tað snýr seg óvantað langari fótbóltsferð.
Sambært skránni fyri steypakappingina hjá monnum skuldi Sumba spæla á útivølli móti NSÍ sunnudagin. Teir fóru frá húsum um middagsleitið og komu norður á Havnina við einum trolara.
Sunnudagin fóru teir inn í Runavíkina, har dysturin varð spældur, sjálvt um líkindini vóru vánalig. So fóru sumbingar aftur til Havnar, men av tí at líkindini vóru so vánalig, fingu teir ongan fart suður aftur hetta kvøldið. Mánamorgunin fóru teir aftur at leita eftir onkrum báti, sum teir kundu sleppa suður við, men eingin sigldi, og so løgdu teir á annan bógv.
? Undan vikuskiftinum heittu vit á Fótbóltssambandið um at fáa dystin móti NSÍ útsettan, inntil arbeiðssteðgurin var liðugur, og vit aftur kundu ferðast við Smyrli, men tá fingu vit at vita, at um vit ikki møttu í Runavík, so taptu vit dystin. Tað vóru vit illa nøgdir við, men vit fóru avstað, og vánaligu ferðavánirnar hava gjørt, at vit missa í hvussu so er ein og kanska tveir arbeiðsdagar í hesari vikuni. Tí hava vit gjørt av, at vit taka alt um eina leið, soleiðis at vit sleppa frá at fara norður um aftur í steypakappingini. Og tað sær út til, at hetta fer at eydnast. Vit fara at spæla í Leirvík týskvøldið, og so fara vit at spæla í Gundadali móti B36 mikukvøldið, segði spælandi venjarin hjá Sumba, Birgir Jørgensen fyri okkum seinnapartin mánadagin.
Tá vit tosaðu við hann, vóru spælararnir hjá Sumba farnir í ymsar ættir á fastlandinum at fáa sær hús hjá familju og kenningum, men í gjárkvøldið var ætlanin, at teir skuldu hittast í Leirvík, og ætlanin var eisini, at teir skulu hittast í Gundadali í kvøld. Og so mugu vit rokna við, at teir vera við hús aftur í Sumba eina ferð í morgin. Tá hava teir verið burturi í fótbóltsørindum í fimm samdøgur, og tað er ikki so lítið, tá ætlanin bara var at vera burtur í minni enn tvey samdøgur!