Sumba misti oddasessin

Sumba-ÍF 1-2 (1-1):
Leirvíkingar staðfestu, at teir vilja verið í oddinum, tá teir gjørdust teir fyrstu at basa sumbingunum

2. deild

Grundað á gongdina í fjør, so er tað kanska eitt sindur óvæntað, men veruleikin er, at bæði Sumba og LÍF veruliga hava gjørt um seg í aðru deild í ár, so talan var um oddadyst, tá liðini bæði hittust á Krossinum leygardagin.
Sum,bingar høvdu undan hesum ikki tapt dyst í landskappingini í ár, men tað var so broytt, tí við stríðsandanum sum fremsta vápninum eydnaðist tað leirvíkingum at bjarga sær øll trý stigini við heimaftur.
Tað vóru annars sumbingar, sum byrjaðu betri, tá Eirikur Joensen sneiddi verjuleikara av sær, áðrenn hann sendi í kassan, men løtu seinni hevði LÍF tó fingið javnvág í aftur roknskapin.
Seinna umfarið royndu bæði liðini at trýsta. Sumbingar høvdu kanska teir vandameiru møguleikarnar, men tað kom bert eitt mál, og tað áttu leirvíkingar, tá Petur Sjúrðarberg átti seinasta fótin á.

Avgerandi vikur
Við sigrinum fóru leirvíkingar framvið sumbingum, men tá FSV samstundis vann, eru teir enn ikki komnir á ovastu rók. Um tað fer at eydnast teimum at koma so langt, fara millum annað teir komandi dystirnir at vísa.
Tá vitja teir fyrst í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Sands, har heimaliðið tykist vera í djúpari kreppu í løtuni, og tað er ikki óhugsandi, at hesir dystirnir fara at kasta nøkur stig av sær.
Sumbingar skulu komandi vikuskiftið til Havnar at spæla móti HB, áðrenn teir annað vikuskiftið skulu til eina rætta próvtøku, tá nýggja oddaliðið úr Vágunum kemur á vitjan.

Sumba-LÍF 1-2(1-1)
1-0: Eirikur Joensen
1-1: Kristian í Vági
1-2: Petur Sjúrðarberg