1. deild Sumba-GÍ 1-1 (1-0)
Gøtumenn mistu tvey sera týdningarmikil stig í oddastríðnum, tá teir vóru og vitjaðu botnliðið, men eingin skal ákæra teir fyri at taka uppgávuna í ov lítlum álvara. At teir ikki gjørdu tað, sást millum annað í, at teir, hóast líkindini vóru góð, fóru suður longu leygardagin.
Sumbingar komu á odda beinanvegin. Tað var ein kærkomin leiðsla, og sjálvandi kom hetta illa við hjá mótstøðumonnunum, sum noyddust so at siga beinanvegin at lora eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja trýst á í royndini at javna, og hetta hevði við sær, at tað var sera undirhaldandi við málmøguleikum í báðum endum.
Illa mannaðir
Hesa ferð var Pauli Jarnskor leikbannaður hjá GÍ. Tað hevur fleiri ferðir verið sagt, at gøtumenn eru so fáir, at teir tola ikki leikbann, og undan fráferðini til Sumbiar varð tosað ikki so lítið um, at tað fór at verða sera óheppið, um onkrir av lyklaspælarnum fóru at fáa gult kort, og harvið fóru at verða leikbannaðir, tá B36 kemur til Gøtu.
Avrikið móti sumbingum vísti, at tað er nakað um tosið, at teir í Gøtu eru ov fáir. Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Leivur Hansen mannaðu miðvøllin hesa ferð, og teir megnaðu ikki nóg væl at fáa skipað samanspæl í lag. Mortan úr Hørg, Bibi og Eirikur Joensen lógu ógvuliga tætt í mótstøðumonnunum, og hjá GÍ var tað alla tíðina órudduligt, og harvið fekst heldur ikki tann nyttan burturúr teimum báðu ytstu, Rúna Justinussen og Súna Olsen, í álopspartinum, sum tað plagar at vera.
Og støðan hjá GÍ gjørdist ikki betri, tá Bartal Eliasen, sum er luftkongurin í GÍ miðverjuni, longu í 1. hálvleiki noyddist at taka seg úr stríðnum, tí hann hevði koykt fótin illa.
GÍ møguleikarnir
GÍ javnaði til 1-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og málið var ikki so lítið líkt tí, sum litavar skoraðu í Gundadali síðsta mikudag. Súni Olsen sendi fríspark stutt frammanfyri miðstrikuna og inn í brotsteigin hjá sumbingum, og har eydnaðist tað Henningi Jarnskor við pannuni at lyfta bóltin uppum málverjan hjá sumbingum, sum í hesum førinum hevði havt bjargað, um hann hevði verið standandi á málstrikuni. Tað tóktist, sum um at Fróði Mortensen misti bóltin burtur í sólini.
GÍ hevði fleiri aðrar góðar málmøguleikar, og at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál, kundu teir á heimaliðnum fyrst og fremst takka málverjanum, Fróða Mortensen, fyri. Hann var ein sannur brandur í málinum, hann hevði fleiri heilt góðar bjargingar, og tá hann hekk uppi undir samankomingini og fekk vart fyri royndini hjá Sasha úr trimum metrum, var tað einki minni enn ein framúr bjarging.
Jóan Petur Olsen hevði í 2. hálvleiki ein góðan møguleika eftir hornaspark, men tíverri fyri GÍ, so fór royndin hjá aftasta verjumanninum uppum málið.
Sumba kundi
havt vunnið
Sjálvandi var tað eitt gott úrslit hjá sumbingum at fáa javnleik móti GÍ, men alíkavæl er tað væl skiljandi, at sumbingar siga seg ikki vera heilt nøgdir við úrtøkuna.
Tá teir komu á odda, var tað eitt samanspæl millum stórt ágrýtni, snilda sending og so góða veðrið, sum hevði við sær, at Jóan Petur Olsen í GÍ miðverjuni eftir langa sending frá sumbingum misti bóltin burtur í sólini. René Thomsen, sum var annar av álopsmonnunum, elti bóltin, fekk fatur á fyri nøsini á gøtumanninum, og so var tað lætt hjá Baja at seta innaru síðuna á, og harvið var Sumba komið í eina støðu, sum var fín fyri teir, og í 2. hálvleiki dugdu teir væl at draga ferðina niður og harvið so at siga at taka lívið úr dystinum, samstundis sum teir dúvaðu uppá snarálopsmøguleikan.
Vit hava so ofta sagt tað áður, og vit kunnu endurtaka tað eina ferð afturat. Sumbingar spæla sera skipaðan fótbólt. Teir sláa ikki størri breyð upp, enn teir kunnu baka, men teir eru miðvísir, teir vita, hvat teir skulu gera, og tað er broddur í, tá teir fara í álop.
Hesa ferð var Mortan úr Hørg á miðvøllinum, og tað var ein av orsøkunum til, at teir fingu tyngd í.
Frammi á vøllinum vóru René Thomsen og Baja, og tá Birgir Jørgensen fram móti endanum kom á vøllin lá tað í luftini, at sigursmálið kundi koma eftir eitt snarálop, men teir komu ikki nærri enn skotroynd úr høgru og skeivu megin í síðunetið.
Avrikið hjá sumbingum boðaði frá, at teir eru ikki avskrivaðir í 1. deild og so langt í frá.
Sumba: Fróði Mortensen - Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Winther - Trygvi Nielsen, Mortan úr Hørg, Bibi, Eirikur Joensen, Peter Jørgensen - René Thomsen, Baja
GÍ: Sunvard Joensen - Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen - Rúni Justinussen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Leivur Hansen, Súni Olsen - Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor