Summarcafé við Eyðuni Nolsøe

Leygarkvøldið verður seinasta høvið í vár at hoyra fólkakæra sangskrivaran og tónleikaran Eyðun Nolsøe spæla í Keypmannahavn Eyðun Nolsøe fer við síni framúrskarandi og vælkendu rødd og tónleikaløgum, sum flest allir føroyingar ? í størri ella minni mun ? hava eitt tilknýti til, at seta sín hugnaliga dám á Vesterbrogade 17A.

 

Sum tað ljóðar á Eyðuni, so fer hann allarhelst eisini at toga onkran gestatónleikara úr hattinum.

 

- Alt bendir á, at hettar gerst eitt super kvøld fyri føroyingar, sum hava hug til ein lítlan steðg frá lesnaðinum og annars turbulenta lívinum í danska metropolinum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.