Í dag er Summarfestivalurin so smátt byrjaður, og skal dagurin i dag geva nakra ábending um veðrið á Summarfestivalinum í sini heild, so sær væl út.
Í allarbesta veðri verður steypafinalan í fótbólti fyri kvinnur leikt í kvøld, og tað ger tað væl ikki verri, at tað er KÍ, ið skal møta AB á vøllinum í Klaksvík.
Á myndini hugna tey sær við nýggju dilluni, har tað ber til at »ganga á sjónum«.
Tað er Dávur Winther, ið hevur tikið myndina.