Summarfestivalurin hevur flestar kvinnur á skránni

Summarfestivalurin hevur í ár størstu kvinnuumboðanina av føroysku summarfestivalunum

Tað skrivar Kringvarpið.

 

Í nógv ár hevur G! Festivalur ligið á odda, tá tað snýr seg um kvinnuligar tónleikarar, men síðani í fjør hevur Summarfestivalurin tikið fremsta plássið.

 

– Summarfestivalurin skal umboða alt samfelagið, og tað er jú bæði menn og kvinnur. Tá skráin verður løgd, hava vit hetta í huga, sigur Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, við Kringvarpið.

 

Sambært Kringvarpinum hevur kvinnuumboðanin á G! Festivali vanliga ligið millum 30 og 35 prosent. Men bæði í fjør og í ár hevur Summarfestivalurin havt størri kvinnuliga umboðan enn G!.

 

Í innslagnum hjá Kringvarpinum vísa Jenný Agustudóttir Kragesteen, forkvinna í Tónleikasambandinum, og Marianna Winther Nagata, samskipari í Tónleikasambandinum, á týdningin av javnari kynsumboðan á føroysku tónleikapallunum.