Summarsólstøða í Sandagerði mánakvøldið

Mánakvøldið 22. juni klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

 

Ester Skála syngur og spælir, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða og bál. Skótarnir bjóða kaffi, bollar og kaku. 

 

Røðuna heldur Jensia Brodersen.