– Tá ið tað snýr seg um ferðslu, bilar og umhvøri, brúka vit ikki vit og skil. Tað heldur Turið Horn, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldið.
Býráðið hevur samtykt at játta 500.000 til at kanna tørvin á einum parkeringstunli í Havnini, og hvussu hann kann skipast - og somuleiðis, hvat hann fer at kosta. Men tað er greitt, at hetta er ein ætlan, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini.
Men tá ið býráðið viðgjørdi málið í gjárkvøldið, brúktu tveir av býráðslimunum, høvi til hugleiða eitt sindur um bilar og ferðslu.
Og niðurstøðan hjá teimum var, at býráðið eigur at leggja líka stóran dent á at minkað um talið á bilum í Havnini, sum á at økja um talið á parkeringsplássum.
Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, ásannar, at parkeringini er ein trupulleiki tí at tað eru so nógvir bilar - og talið á bilum økist alsamt.
– At útvega fleiri parkeringspláss er bara annar partur av loysnini. Hin parturin av loysnini er at bera so í bandi, at tað vera færri bilar í býnum, segði hon.
Tí heldur hon, at býráðið eigur at leggja stóran dent á at gera tað tryggari hjá fólki at vera til gongu, og at súkkla.
– Tað hevur nógs størri týdning enn at útvega fleiri parkeringspláss, tí varð tað tryggari hjá fólki til gongu, ella á súkklu - og hevði ferðaætlanin hjá Bussleiðini verið høgligari- høvdu nógv fleiri latið bilin staðið, sigur hon.
– Vit skulu hava ein bý, har fólkið hevur fyrsta rætt, og har bilar koma í aðru røð, sigur Bjørg Dam.
Turið Horn staðfestir, at tað er ikki pláss fyri fleiri bilum í Havnini. Bilarnir verða fleiri og fleiri, og teir verða størri og størri - og aloftast er bara eitt fólk í hvørjum bili, ásannar hon.
– Hvat umhvørvi og ferðslu viðvíkur, brúka vit ikki vit og skil, heldur hon.
Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at eitt stórt fet á leiðini hevði verið at fingið allar bilarnar í miðbýnum í ein parkeringstunnil undir jørð, tí tað hevði avmarkað ferðsluna munandi.
– Tað hevði bøtt munandi um ferðslutrygdina, tí so høvdu fólk til gongu sloppið undan óttanum fyri at ein bilur kemur koyrandi.
Bergun Kass ivast í hvussu veruleikakent tað er at fáa fólk at brúka buss ístaðin fyri at hava bil. Hon heldur, at ístaðin fyri eigur endamálið at vera at fáa fólk at koyra í bussi, heldur enn at fáa sær bil nummar tvey, ella nummar trý.
Fleiri húski hava fleiri bilar, men høvdu vit kunna skipa Bussleiðina so væl, at tey høvdu klárað seg við einum bili, hevði nógv verið vunnið, heldur hon.