Sundabáturin vann stórsigur á norðoyastevnu

6-mannafør menn: Hóast teir fyri stuttum skiftu ein mann, so var sigurin hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi sera sannførandi

Tíggju bátar vóru við í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Undan fyrsta FM róðrinum vórðu fleiri bátar roknaðir at vera millum favorittarnar.

 

Undir róðrinum vísti tað seg beinanvegin, at Sundabáturin bjóðaði seg fram og ætlaði at vinna, og Sundabáturin var fremstur allan 1000 metra róðrarteinin. Sigurin var merkisverdur, tí tað eru bara tvær vikur síðani, at teir skiftu ein mann.

 

Skúgvur úr Sandavági fótaði sær skjótt, men tað eydnaðist ongantíð sandavágsmonnum av álvara at bjóða Sundabátinum av.

 

Eingin ivi var um, at Skúgvur var næstfremstur. Hann var eina bátslongd undan Gongurólvi, sum vann tættari kapping um bronsuplássið við Sølmund og Víking.

 

 

 

1 Sundabáturin (NHR)05:13.23+00.007 
2 Skúgvur (SÍF)05:18.06+04.836 
3 Gongurólvur (HR)05:21.12+07.895 
4 Sølmundur (NSÍ)05:21.48+08.254 
5 Víkingur (HR)05:22.40+09.173 
6 Norðstovudánjal (SR)05:25.41+12.182 
7 Hvessingur (HSR)05:26.21+12.981 
8 Fortuna (VÍF)05:35.10+21.870 
9 Sjódrekin (Skála)05:35.35+22.120 
10 Strálan (Strálan)05:49.31+36.080