EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar við málúrtøkuni 14-1. Einsamalla málið, ið er komið í móti er upp á brotsspark. Sostatt hevur EB/Streymur av álvara fingið vind í seglini nú hol er sett á seinasta triðingin í landskappingini.
Lagt er nú upp til stóran toppdyst í Gundadali, tá oddaliðið HB og EB/Streymur spæla. Heldur EB/Streymur fram at spæla, sum teir hava gjørt seinastu tríggjar dystirnar, so er væl hugsandi at tað verður spenningur um FM heitið.
Í Runavík vilja tey bara gloyma seinna hálvleik av dystinum. NSÍ er farið frá at vinna seinna hálvleik móti KÍ 3-0, til at tapa heili 4-0 í seinna hálvleiki móti EB/Streymi.
Hans Pauli í serflokki
Stóri spælarin á vøllinum við Margáir mikukvøldið var liðskiparin hjá sundalagsmonnum, Hans Pauli Samuelsen. Hann átti lut í øllum fimm málunum, sum EB/Streymur fekk á degnum.
Tað byrjaði við, at hann legði bóltin innfyri til Niels Paula Danielsen, sum stútaði EB/Streym á odda.
Síðani javnaði NSÍ upp á brotsspark, sum Leif Niclasen gjørdi móti Jann Martini Mortensen. Hvørki Leif ella Rene Tórgarð, málverji hjá EB/Streymi, vóru nøgdir við dømingina og fingu gult kort fyri at reaktiónina. Helst mundi Jann Martin verða “smartur”, tá hann eitt sindur lætt, men ikki heilt uttan orsøk, datt inni í brotsteiginum.
Í seinna hálvleiki stóð tað Hans Pauli og EB/Streymur á øllum. Í seinna hálvleiki skoraði EB/Streymur ikki færri enn fýra mál. Onkur av teimum vóru góð og onkur vóru verjuvillur. Besta málið mundi Gunnar Zachariasen skjóta, tá hann úr spíksum buldraði bóltin upp í nettakið.
Á miðvøllinum var Hans Pauli skaparin aftan fyri øll málini. Hann spældi sum heild ein góðan dyst, hóast hann ikki var so sjónligur í fyrra hálvleiki.
Hans Pauli var besti maðurin á vøllinum.
Heðin spældi kortini skeivt
Trý ting, sum eyðkenna EB/Streym eru steypasigarnir, vánaliga byrjanin upp á landskappingina, fyri síðani koma fyri seg, og so eru tað skjótálopini. Tað fantastiska kontra-spælið, sum hevur søkk mangt eitt lið.
Tað er undrunarvert, at Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá júst EB/Streymi so seint sum í fjør, greiddi sína uppgávu so illa, tí málini hjá EB/Streymi vóru sum eftir bólkini. Skjótálop ella skjót spæl.
- Vit satsa ov nógv í dag, ásannar venjarin hjá NSÍ, sum somuleiðis viðgekk, at hann hevði fingið av júst somu skuffu, sum EB/Streym gav mongum liðið í fjør.
- Vit mugu bara gloyma seinna hálvleik. Vit koma sjálvandi at tosa um støðurnar, ið geva mál, men nú mugu vit bara koma víðari frá hesum, sigur venjarin hjá NSÍ.
EB/Streymur sum FM vinnari?
Tað er ótrúliga nógv, sum skal koppa rættan veg, um EB/Streymur skal geva HB kapping um FM steypið. Faktist so nógv, at tað nærmast er ógjørligt. Sum formurin er í løtuni, so kundi hetta verið byrjanin til hevnisøkuna fyri 2006, tá HB vann fleiri stig inn á EB/Streym og vann FM.
Um vit siga, at EB/Streymur vinnur í Gundadali, og at HB fær eitt stig á Argjum í útsetta dystinum komandi mikukvøld.
So er munurin seks stig og HB hevur útidystir móti ÍF og NSÍ eftir. Men tað inniber, at EB/Streymur skal vinna allar fimm dystirnar. sum eru eftir. Teir eru umframt HB komandi vikuskiftið, KÍ á útivølli, Víkingur heima, B36 heima og AB úti.
Ógjørligt, næstan, men tað søgdu tey helst eisini í 2006 um HB.
[email protected]
Spælarametingar:
Rene Tórgarð: 3
Hevði eina týdningarmikla bjarging í seinna hálvleiki, tá Magnus meddaði til. Spældi annars væl, men hevur trupulleikar í útspælinum. Okkurt útspark endaði millum áskoðararnar.
Gert Hansen: 2 (Út 46.min)
Kom ikki ikki væl frá uppgávuni og tað var sjónligt, at høgri bakkurin var skaddur. Mátti av vøllinum í hálvleikinum.
Marni Djurhuus: 5
Tað er torføer at koma í tankar um eina tí einastu villu, sum Marni gjørdi í dystinum. Ótrúliga tryggur í sínum verjuspæli og NSÍ kom illa nokk til eitt skot í dystinum.
Pætur Dam Jacobsen: 5
Spældi somuleiðis ótrúliga væl. Gjørdi onkran sjónligan feil í uppspælinum, men spældi annars so gott sum feilfrítt. Sterkur í rennitvídystunum.
Rógvi E. Nielsen: 5
Spældi framúr væl á vinstra bakki í fyrra hálvleiki, og eins væl á høgta bakki í seinna hálvleiki. Stóð sterkur í myndini í verjustøðu og spældir við sjálvsáliti.
Brian Olsen: 3
Stríddist við miðvøllin hjá NSÍ og í verjustøðu gekk væl, men tað bleiv ikki umsett til so nógv fram eftir vøllinum. NSÍ hevði bóltin nógv og tí rann miðvøllurin fyri tað mesta aftaná.
Niels Pauli Danielsen: 4
Skoraði tvey mál og tað í sær sjálvum er flott. Avrikið var ikki meiri enn næstbest. Tað var lítið pláss á miðvøllinum, so tað bleiv til nógvar nærdystir og minni bóltspæl.
Levi Hanssen: 4 (Út 87.min)
Fekk eitt mál og leverar altíð yvir miðal. Tað gjørdi hann eisini móti NSÍ. Hann átti lut í mongum nærdysti og fleiri skjótálopum.
Hans Pauli Samuelsen: 6 (Út 89.min)
Dagsins spælari við Margáir. Legði upp til til trý mál og átti triðseinasta fótin á hinum báðum málunum. Snúningspunktið á miðvøllinum og setti skjótálopini í gongd. Fantastiska effektivur.
Leif Niclasen: 4
Skoraði eitt mál og rakti stongina í fyrra hálvleiki. Trívist í skjótálopunum, men kom ikki heilt upp í gear og gjørdi brotssparkið, sum NSÍ fekk.
Gunnar Zachariasen: 4
Skoraði eitt mál og var lívligur á fremsta plássinum. Fekk ikki so nógv burtur í fyrra hálvleiki, men var eyðsýndur í seinna hálvleiki við sínum kviku dribblingum.
Jóhannes Hansen: 4(Inn 46.min)
Kom inn á vinstra bakk og gjørdi tað framúr væl. Sterkur í verjustøðu og kom framvið hvørja ferð hann fekk møguleikan. Smæddist ikki hóast unga aldurin.
Arnar Dam: (Inn 87.min)
Kom inn seinastu minuttirnar, men ov stutt tíð til at gera eina meting
Hanus Olsen: (Inn 89.min)
Kom inn seinastu minuttirnar, men ov stutt tíð til at gera eina meting
NSÍ:
Kristian Joensen: 3
Tvey av málunum koma úr spískum vinklum, men í báðum førum er talan um hørð skot. Kundi annars ikki gera nakað við hini málini.
Jónhard Frederiksberg: 2
Spældi sum restina av verjuni væl undir miðal. Plagar at spæla í minsta lagi miðal væl, men hesa ferð gekk ikki. Fekk heldur ikki sett sín dám á framrætta spælið.
Andras Brixen Vágsheyg: 2
Kom ikki væl frá uppgávuni. Tapti lykla nærdystir og megnaði ikki at steðga skjótálopunum hjá EB/Streymi.
Jens Joensen: 3
Kom eitt vet meiri livandi frá uppgávuni enn restin av verjuni. Ruddaði onkrar týdningar bóltar vekk, men sum heild var talan um ov vánaligt avrik.
Einar Tróndagjógv: 2
Hevði stórar trupulleikar í verjustøðu. Púra vekk í 2-1 málinum hjá EB/Streymi og hevði sum heild stórar trupulleikar. Orsøkin til 2-talið er framrættaða spælið, har hann hevur sína styrkju.
Karl Løkin: 2
Lítið sjónligur og lítið skapandi á miðvøllinum. Hevur sum uppruddari uppgávu at halda eyga við Hans Paula og hinum og tað riggað als ikki.
Magnus H. Olsen: 3
Fær ein eitt betri karakter enn Karl, tí hann var meiri sjónligur í framrættaða spælinum. Hevur eitt dundurskot og nakrar góðar skapandi avleveringar.
Pól Jóhannus Justinussen: 4 (Út 66.min)
Besti maður hjá NSÍ, men bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, tí hann skuldi sparast. Var einasti spælarin, sum kann verða nøgdur við sítt avrik á NSÍ liðnum.
Árni Frederiksberg: 2
Átti eitt frálíkt skot, sum brast í stongina, men annars megnaði hann ikki at skapa fleiri møguleikar. Ein av hansara vánaligu dystum.
Jann Martin Mortensen: 2 (Út 64.min)
Fekk lítið og einki burtur úr í dystunum, fyri uttan at hann fekk britssparkið, sum førdi til einsamalla málið hjá NSÍ.
Klæmint A. Olsen: 3
Skoraði einsamalla málið hjá NSÍ upp á brotsspark. Brotssparkið var framúr gott, men tað var ikki nógv annað um avrikið hjá Klæminti, sum var tað.
Andy Olsen: 2 (Inn 64.min)
Gjørdi ongan mun, tá hann kom á vøllin. EB/Streymur var greitt omaná leikliga, og Andy megnaði ikki at gera nakað við tað.
Haraldur R. Højgaard: 2 (Inn 66.min)
Fekk einki burtur úr innskiftingini. Kom inn á fremsta plássið, men fekk einki at arbeiða við, og kundi tí heldur einki gera.
EB/Streymur-NSÍ 5-1 (1-1)
1-0: Niels Pauli Danielsen 8.
1-1: Klæmint A. Olsen br 42.
2-1: Gunnar Zachariassen 49.
3-1: Niels Pauli Danielsen 60.
4-1: Levi Hanssen 67.
5-1: Leif Niclasen 90.+2.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: (4-3-3)
René Tórgarð
Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus,
Gert Hansen, Rógvi E. Nielsen
(Jóhannes Hansen, 46.)
Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen
(Arnar Dam,87.),
Leif Niclasen, , Hans Pauli Samuelsen
(Hanus Olsen, 89.)
Gunnar Zachariassen
Gult kort: René Tórgarð, Leif Niclasen
NSÍ: (4-3-3)
Kristian Joensen
Jens Joensen, Andras Brixen,
Jónhard Frederiksberg, Einar Tróndargjógv
Magnus H. Olsen, Karl Løkin
Pól Jóhannus Justinussen
(Haraldur R. Højgaard, 66.)
Árni Frederiksberg – Jann Martin Mortensen
(Andy Olsen, 64.),
Klæmint A. Olsen,
Gult kort: eingin