Sundsverkið enn avgerandi fyri veitingartrygdina

El-framleiðsla: Serliga um summarið, tá minni er av vindi og vatni, er stórur tørvur á Sundsverkinum. Virksemið í samfelagnum veksur alsamt, og summarið 2019 var sera nógv trýst á Sundsverkinum.

Tað skrivar SEV á heimasíðuni, og í einum filmsbroti greiðir Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, frá leiklutinum hjá verkinum, og hann gleðir seg til, at Støð 3 verður klár at taka í nýtslu komandi vár.

##med2##

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja filmsbrotið.