Sundurskildur frá dóttrini: – Eg havi ikki uppiborið hetta

– Eg eri við at gloyma, hvussu tað er at vera ein pápi, sigur Alessio Mesiano, sum ikki sleppur til Føroya at síggja dóttur sína, tí hann er italiumaður

Fyri nøkrum mánaðum síðani bleiv italski føroyavinurin og fotografurin Alessio Mesiano pápi. Hann fekk eina dóttur í Føroyum við føroysku damu síni, og alt var gott. Men seinastu mánaðirnir hava verið strævnir hjá honum - tí hann sleppur ikki til Føroya at vera hjá dóttrini. Hann er meira ella minni blakaður úr landinum, tí sum útlendingur uttan fyri Norðurlond sleppur hann hægst at vera í Føroyum í tríggjar mánaðir í senn, soleiðis er lógin.

 

– Dóttir mín veksur upp uttan ein pápa. Eg eri við at gloyma, hvussu tað er at vera ein pápi. Well, eg havi í roynd og veru ikki havt nokk av tíð til at skilja, hvussu tað er, sigur hann.

 

Síðst Alessio sá dóttrina var 16. mai. Hann hevur søkt donsku myndugleikarnar (Útlendingamálaráðið) um familjusamanføring fyri at fáa uppihaldsloyvi, men fekk noktandi svar.

 

– Danmark ger tað ógjørligt fyri meg at koma aftur til Føroya og vitja mína lítlu dóttur, sigur hann.

 

At hava eina dóttur í Føroyum er ikki nóg góð grundgeving fyri at fáa uppihaldsloyvi. Tað er óskiljandi fyri italska Alessio Mesiano, at hann enn skal blíva betraktaður sum turistur, sum bara kann ferðast til Føroya í tríggjar mánaðir í senn. Alessio Mesiano vónar at kunna fáa eina meira permanenta loysn, soleiðis at hann kann vera við í uppvøkstrinum hjá dóttrini, tí tey vilja hava hana at veksa upp í Føroyum. Men tað ber ikki til í núverandi løtu.

 

– Reglar ímóti sunnun fornufti. Reglar ímóti mannarættindum, sigur hann.

 

– Eg havi ikki uppiborið at vera lukkuligur og brúka tíð við familju míni.