Suni á Dalbø vitna um korruptión í Vinnuframa

– Eg vil hava, at tann korruptión, sum eg upplivdi, tá eg sat í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, skal koma fram í ljósið, sigur Suni á Dalbø

– Eg vil hava, at tann korruptión, sum eg upplivdi, tá eg sat í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, skal koma fram í ljósið.

 

Tað sigur Suni á Dalbø, fyrrverandi stýrislimur í Vinnuframagrunninum, sum nú er innkallaður sum vitni av SØIK, sum er Statsadvokaten for særlig Økonomisk og International Kriminalitet

 

Málið snýr seg um, at Suni á Dalbø hevur melda Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann og Johan Dahl, Vinnumálaráðharra í sambabdi við mál um korruptión í Vinnuframagrunninum í 2009. Suni á Dalbø skal vitna hjá SØIK í Keypmannahavn 25. oktober klokkan 11.

 

– Eg vil hava, at tann korruptión, sum eg upplivdi, tá eg sat í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, skal koma fram í ljósið, og at fólk skulu sleppa at forklára seg fyri rættinum. Eisini má staðfestast, um Føroyar er eitt rættarsamfelag, har ábyrgdin hjá landstýrismonnum og løgmanni kann og skal takast í álvara, sigur Suni á Dalbø í stuttari viðmerking.