Suni Ernstsson, málverji hjá Skála, varð í fyrstu atløgu skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál í 1-0-málinum hjá NSÍ leygardagin 22. mars. Hann heldur, at tað væl er møguligt, at hann gjørdi sjálvmál.
- Bólturin kemur innfyri, Klæmint fær fótin á bóltin og í grundini bjargi eg bóltinum. Men í tí sama fari eg út av balansu, eg detti og bólturin rakar baklærið og fer í mál. Eg veit ikki, um tað er sjálvmál, men í síðsta enda er tað eg, sum koyri bóltin í málið, sigur Suni.
Suni metir tað vera ótrúligt, at dómarin, Rúni Gaardbo, sá hvat hendi í støðuni.
- Eg skilji væl, at eg varð skrásettur fyri sjálvmálið, men eg skilji ikki, at hann hevur sæð hvat hendi. Tað gongur so skjótt fyri seg, so hatta skal hann hava rós fyri, sigur Suni, sum metti tað hevði passað bæði honum og Klæminti A. Olsen betur, um málið varð skrásett sum sjálvmál.
Og tað bleiv tað so eina viku seinni.