Framsýning er í Gallarí Fríðriksvág í Vágsbotni. Hóast framsýnarin hevur málað í mong ár, so hava verk hansara ikki verið at sæð ofta.
Suni F. Jacobsen er kendur sum táttayrkjari og eigur hann mangan kendan V4 tátt og manga landaplágu. Gøtumaðurin starvaðist nógv ár í Tinganesi, men fór frá fyri nøkrum árum síðani.
Nú hevur hann eina afturlýtandi framsýning, nú hálv øld er liðin síðani hann var á tí stóru listaframsýnigini á Charlottenborg, har hann var ein av teimum fyrstu listamonnunum at umboða Føroyar.
Tað sum vendur niður vendur upp
Ein av kendu landaplágunum hjá Suna Jacobsen sigur, at "tað sum vendur niður vendur upp". Myndirnar hjá Suna eru tó ikki av tí slagnum, har tað ikki ber til at síggja, hvat vendur upp og hvat vendir niður, boða fyrireikararnir frá. Hann dugir sera væl at lýsa vakurleikan í føroysku náttúruni. Vælgerandi er at síggja myndir hansara av húsum og øðrum sporum, ið menn hava sett á land okkara.
Tað merkist at hann hevur arbeitt dúgliga við listini farnu árini, og tað er í tøkum tíma, at hann gevur okkum møguleika at síggja tað, ið hann so lítillátin og stillførur hevur fingist við hesa hálvu øldina.
Framsýningin í Fríðriksvág er opin til tann 9. august og opið er gerandis frá klokkan 16 til 17:30 og leygardag frá klokkan 10:30 til 12:00.