Í dag er hent eitt stórt gjøgnumbrot fyri føroysk tónleikaáhugað.
Nám skrivar á nam.fo: "Í dag hava Føroyar gjørt trý ára samstarvssáttmála við franska netmiðilin Meludia, sum er eitt amboð at læra tónleik. Fleiri enn 600 royndir eru í tónleikaskipanini, sum Nám hevur samskipað. Øll tjóðin, tað er fleiri enn 50.000 íbúgvar, og øll tey, sum vitja í Føroyum, fáa ókeypis atgongd til Meludia á netinum í trý ár. Meludia er eitt amboð, sum øll kunnu brúka at fáa eina grundleggjandi tónleikafatan. Skipanin er hin fyrsta at geva eina heildarfatan av tónleiki á føroyskum.Tá tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, varnaðist Meludia og tann týdning, skipanin kundi fáa í føroyskari tónleikalæru, setti hann seg straks í samband við løgmann, Aksel V. Johannesen. Saman við Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum, og Honnu Jensen, løgtingskvinnu, fekk Sunleif skipanina týdda.Sunleif, sum er ambassadørur fyri Meludia í Føroyum, sigur, at "Meludia, sum er fyri bæði leik og lærd, er at læra tónleikamálið gjøgnum spæl. Meludia er fyri nýbyrjarar og professionellar tónleikarar, og alt harímillum.""
Fyrrapartin vitjaði Sunleif Rasmussen sendingina "Sjóðteim" á Rás2 at greiða frá um "Meludia".
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sunleif Rasmussen