Sunnudagsskúlarnir í Vági hava felagstiltak

Sunnudagin 16. apríl skipa sunnudagsskúlarnir í Vági fyri felagstiltaki.


Tað hevur í eina tíð verið samskift um møguleikan fyri at vísa á týdningin av sunnudagsskúlaarbeiðinum, og eisini samstarvi millum sunnudagsskúlarnar, og nú sunnudagin verður hetta tiltak á skrá í Vági.


Tiltakið byrjar kl. 13.00 við Frelsunarherin í Vági, og heldur so fram gjøgnum bygdina, til Bethel, Meinigheitshúsið og endað verður í parkini við Sandin.


Á skránni hendan dagin er felagssangur, søgur, bíbliusøga, spøl og okkurt søtt.


Fyriskiparnir vóna at síggja nógv børn, ung, vaksin og gomul tí øll eru hjartaliga vælkomin.