Super-Brian móti Holyfield

Fyrst skuldi Brian Nielsen hava skil á knænum og ein skurðviðgerð mátti til, men nú sær alt út til at vera í lagi, og í gjár førdu samráðingarnar millum Brian Nielsen og týska boksipromotorin, Kalle Sauerland, á mál.

 

Nú eru bert heilt fáir smálutir eftir at fáa upp á pláss, so skuldi dysturin millum Brian Nielsen og amerkianska Evander Holyfield verði veruleiki.

 

Dysturin hevur leingi verið upp á tal, og Holyfield hevur áður sagt seg vera til reiðar at koma til Danmarkar at boksa móti Brian Nielsen.

 

Fyribils verður stílað móti leygardegnum 27. november, og ætlanin er, at dysturin skal boksast í Keypmannahavn, skriva donsk bløð í morgun.