Chelsea hevur leigað supertalentið João Félix frá Atletico Mardrid. 23 ára gamli portugisin bleiv í 2019 millum dýrastu spælararnar í heiminum, men avrikini hava ikki livað upp til prísin.
João Félix er millum størstu talentini í Evropa seinnu árini. Í 2019 bleiv hann seldur frá Benfica til Atletico Madrid fyri næstan eina milliard krónur. Bæði Benfica og Atletico Madrid hava útmerkað seg í at menna spælarar, men so væl hevur tað ikki gingið við nú 23 ára gamla João Félix.
Hóast eyðsýndur talentini, so hevur spælitíðin verið misjøvn undir Diego Simeone í Madrid, og fleiri seta spurnartekin við hugin hjá João Félix at spæla undir Diego Simeone. Tað nýggjasta úr Spania er, at hetta verður seinasta kappingarárið við krevjandi venjaranum í Atletico Madrid.
Tí skal João Félix hava longt sáttmálan við Atletico Madrid til 2027, samstundis sum hann er útleigaður til Chelsea fyri restina av kappingarárinum. Chelsea hevur mist flogið undir Graham Potter og hann verður longu nevndur sum ein venjari, ið kann rúka. Nú hevur hann so fingið eitt supertalent at bjarga sær. Bretskir miðlar skriva, at prísurin fyri leiguavtaluna er so høgur sum 75 milliónir krónur.
1 | Arsenal | 17 | 14 | 2 | 1 | 40:14 | 44 |
2 | Manchester City | 17 | 12 | 3 | 2 | 45:16 | 39 |
3 | Newcastle | 18 | 9 | 8 | 1 | 32:11 | 35 |
4 | Manchester Utd | 17 | 11 | 2 | 4 | 27:20 | 35 |
5 | Tottenham | 18 | 10 | 3 | 5 | 37:25 | 33 |
6 | Liverpool | 17 | 8 | 4 | 5 | 34:22 | 28 |
7 | Fulham | 18 | 8 | 4 | 6 | 30:27 | 28 |
8 | Brighton | 17 | 8 | 3 | 6 | 32:25 | 27 |
9 | Brentford | 18 | 6 | 8 | 4 | 30:28 | 26 |
10 | Chelsea | 17 | 7 | 4 | 6 | 20:19 | 25 |
11 | Aston Villa | 18 | 6 | 4 | 8 | 20:26 | 22 |
12 | Crystal Palace | 17 | 6 | 4 | 7 | 17:25 | 22 |
13 | Leicester | 18 | 5 | 2 | 11 | 26:31 | 17 |
14 | Leeds | 17 | 4 | 5 | 8 | 25:31 | 17 |
15 | Nottingham F. | 18 | 4 | 5 | 9 | 13:34 | 17 |
16 | Bournemouth | 18 | 4 | 4 | 10 | 18:39 | 16 |
17 | West Ham | 18 | 4 | 3 | 11 | 15:24 | 15 |
18 | Everton | 18 | 3 | 6 | 9 | 14:24 | 15 |
19 | Wolves | 18 | 3 | 5 | 10 | 11:27 | 14 |
20 | Southampton | 18 | 3 | 3 | 12 | 15:33 | 12 |