Hendan frálæran byggir á grundregluna hjá kenda japanska læknanum og tónleikaranum Sinichi Suzuki. Hann var sannførdur um, at øll børn kunnu læra at spæla, og at eingi børn eru fødd meira musikalsk enn onnur.
Musikalitetur er nakað, sum øll kunnu taka ímóti, alt eftir umhvørvinum ein veksur upp í. Tað eru serliga tey fyrstu 3 árini í lívinum, at musikalska grundarlagið verður lagt. Um børn vaksa upp í musikalsk-um umhvørvi, verða tey musikalsk.
Sinichi Suzuki brúkar móðurmálið sum fyrimynd í tónleikafrálæruni. Sum dømi kann nevnast, at børn læra at tosa, áðrenn tey læra bókstavirnar. Somuleiðis læra børn at spæla á ljóðførið, áðrenn tey læra nótarnar.
Suzuki-frálæran byrjaði í Japan og hevur nú breitt seg um allan heimin. Frálæran krevur serliga nógv av foreldrunum. Børnini eru ov lítil, tá tey byrja, so foreldrini mugu venja við børnunum heima. Børnini læra ikki nótar beinanvegin, men hava eitt band heima við tónleikinum, sum tey skulu spæla. Børnini skulu lurta eftir bandinum so ofta sum til ber, so tey kenna løgini væl og virðiliga. Annað av foreldrunum kemur við til allar undirvísingartímarnar og verður soleiðis eitt slag av hjálparlærara hjá barninum.
Suzuki-frálæran hevur ikki sum aðalmál at útbúgva øll børn til yrkistónleikarar, men at geva teimum ein hollan tónleikakunnleika, bæði tekniskt og musikalskt, so tey kunnu fegnast um at spæla og hoyra tónleik.
Børnini fáa undirvísing 2 ferðir um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla. Tveir næmingar í senn í 30 minuttir og bólkaundirvísing í 30 minuttir hvørja viku. Børnini skulu vera 5-6 ára gomul.
Lærari er Andrea Heindriksdóttir, tlf. 312611. Ljóðføri kunnu leigast frá musikkskúlanum fyri 100 kr. árliga. Keyp av nótum og møgulig ljóðføri kann gerast í samráð við læraran.
Børn, ið ynskja at spæla floytu eftir Suzuki-frálæruháttinum, kunnu verða melda til á: Tórshavnar Musikkskúla, Frúutrøð 1, 100 Tórshavn, tlf. 333217 mánadag til hósdag frá kl. 9.00 til 20.00, og fríggjadag frá kl. 9.00?18.00.