Svøríki óttast at norðurlendska samstarvið fær skaða

At hini norðurlondini isolera Svøríki hevur skatt samstarvið, sigur svenska uttanríkisráðfrúan.

Svenska uttanríkisráðfrúan, Ann Linde, heldur, at koronukreppan og framhaldandi isolatiónin av Svøríki kann skaða viðurskiftini millum Norðurlond.

Tað sigur hon við blaðið Dagens Nyheter.

– Hesum eri er av álvara bangin fyri, sigur hon.

Danmark, Noreg og Ísland lata í dag upp landamørkini fyri hvørjum øðrum, men Svøríki verður ikki við. Tað verður gjørt vísandi til at tað framvegis eru nógv smittað í Svøríki. Noreg letur tó fólk ferðast til svensku oynna Gotland.

– Tey mugu jú taka tær avgerðir, sum tey halda er best fyri at verja teirra borgarar, sigur Ann Linde.

– Veruleikin er, at tey hava nógv mildari útbrot, enn vit hava havt. Vit hava greitt teium frá, at øll øki í Svøríki ikki eru eins hart rakt.

– Í marknaøkum sær tað als ikki út sum í Stokkhólmi. Vit síggja jú, at í Keypmannahavn eru mundandi fleiri deyð og smittað enn í Skåne, sigur hon.

Svenska stjórnin hevur roynt at gera landspartaavtalu við grannalondini, men uttan eydnu, staðfestir Ann Linde.

Nú óttast hon, at »norðurlendska samstarvi fer at verða ávirkað negativt«. Tað snýr seg serliga um marknaøkini.

– Í fleiri landspørtum hava tey samstarvað síðani 1950’ini – og verður hetta brádliga gjørt til eina kapping og harðar kenslur eins og til landsdystir »um hetta virusið«.

– Eg óttist fyri, hvussu leingi vit fara at kenna hesi sárini.

Samlaða talið av deyðum í Svøríki við koronuvirus var í gjár gjørt upp til 4.874. Í hinum norðurlondum eru skrásett til samans 1.175 fólk deyð við koronuvirus.

Noreg letur í dag eisini upp fyri borgarum úr Finnlandi.

/ritzau/

 

 

Vit síggja jú, at í Keypmannahavn eru fleiri deyð við koronu enn í Skåne, sigur Ann Linde, svensk uttanríkisráðfrú, í samrøðu við Dagens Nyheter. (Arkiv) - Foto: Lehtikuva/Reuters