Svar løgmans til Gerhard

Góði Gerhard,

Fyrst er at siga, at mær hevði dámað best, um vit kundu umrøtt hetta týdningarmikla og viðbrekna mál okkara millum, heldur enn skrivliga í fjølmiðlunum. Men lat tað fara.


Eg vendi mær til tín seinasta fríggjadag fyri at vita, hvussu støða tín er í samgonguni, nú tú ivast í tunnilssemjuni. Svarið fekk eg í brævi, endurgivið í fjølmiðlunum, har tú setir mær tveir spurningar, ið tú vilt hava svaraðar innan 23. juli kl. 15.00.


Tíverri fái eg ikki grundað svar mítt á niðurstøður í samgonguni, tí vegna summarfrí verður samgongufundur um m.a. tunnilsmálið ikki fyrr enn tórsdagin 24. juli.

 

Hinvegin havi eg viðgjørt málið í lítlu samgongu, har eisini tvey umboð fyri tunnilsnevndina vóru við, eftir at eg hevði fingið nágreinað, hvussu tunnilssemjan skal skiljast frá formanninum í tunnilsnevndini Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu. Harafturat havi eg umrøtt støðuna við starvsnevndina í Javnaðarflokkinum umframt tingbólkin og landsstýrisumboð floksins. Tíverri møtti tú ikki á hesum fundi.


Starvsnevndin gjørdi av at kalla Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag til fundar um málið. Tíverri gav felagið avboð.


***


Fyrri spurningur var, um byrjað verður at bora í nov/des 2010, og um so verður, um hetta verður samtykt við lóg.


Tunnilsnevndin mælir til, at 50 mió. kr. verða settar á fíggjarlógirnar fyri 2009, 2010, 2011 og 2012 til partafelagið Sandoyartunnilin. Partafelagið verður stovnsett við stovnsfæi í hesari ólavsøkutingsetuni. Somuleiðis verður nýggj verklagslóg um Sandoyartunnilin løgd fram í hesari tingsetuni, har staðfest verður, at tá eginognin í felagnum er 150 mió. kr. verður farið undir verkætlanina. Nevndin metir, at hetta er eftir fíggjarlógina fyri 2011.


Tað verður sostatt ikki lógarfest at byrjað verður at bora í nov/des 2010, men farið verður undir verkætlanina, tá eginognin er komin uppá í minsta lagi 150 mió. kr.


Í hvønn mun tilgongdin fer at samsvara fult og heilt við tunnilssemjuna er sjálvsagt treytað av búskapargongdini í samfelagnum.


Eg vísi í hesum sambandi til orðingina á fyrstu síðu í okkara samgonguskjali, har sagt verður: “Politisku átøkini, sum samgonguskjalið nevnir, eru øll bundin at fíggjar- og búskaparstøðuni.” Henda orðing skal skiljast soleiðis, at kemur veruligur stígur í búskapin, so vita vit av royndum, at neyðugt verður at raðfesta neyvari. Vit vera altíð noydd at reka okkara samfelag á einum búskaparligum forsvarligum støði. Tí kann ein ávísur dagur at byrja ikki tryggjast í lóggávu.


Viðmerkjast skal, at hvørki í løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund ella í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð er ávísur dagur ásettur, nær arbeiðini byrja.


Til seinna spurningin um, hvør tunnil fyrst verður gjørdur Skálafjarðartunnilin ella Sandoyartunnilin, hevur nevndin ikki gjørt greiða niðurstøðu. Nevndin staðfestir, at tað má vera atlitini til fíggjarliga og tøkniliga váðan, ið eru avgerandi fyri, hvør tunnil verður gjørdur fyrst.


Úr einum fíggjarligum sjónarhorni er skilabest at gera Skálafjarðartunnilin fyrst, tí henda íløgan fíggjar seg sjálva. Harafturat fer henda íløga at kasta somikið av peningi av sær sum frálíður, at landskassin kann nýta vinningsbýtið til at fíggja aðrar íløgur eitt nú Sandoyartunnilin.


Sostatt bendir mangt á, at Skálafjarðartunnilin verður hin fyrri.


Hetta útihýsir tó ikki, at tøknilig viðurskifti kunnu hava við sær, at hetta ikki heldur. Men tað ber ikki til at siga nakað um í løtuni.


Undir øllum umstøðum kann sigast, at báðar verkætlanir ikki byrja samstundis, men helst kunnu umskarast.


Samanumtikið haldi eg, at hetta er tað mest ítøkiliga, ið higartil er fingið til vega um at gera Sandoyartunnilin til veruleika. Omanfyri nevnda verklagslóg er eitt stórt stig á leiðini og besta trygdin, ið kann gevast nú, sum búskaparliga og politiska útlitini eru í løtuni.


Vísandi til, at tú áður hevur sagt, at verkætlanin um fast samband um Skopunarfjørð kann ávirka tína støðu til samgonguna, heiti eg á teg um at siga mær, um tú framhaldandi er partur av samgonguni. Eg vænti mær svar fyri ólavsøku.




Vinalig heilsan



Jóannes Eidesgaard,

løgmaður