Táið tú so nevnir, at hóttanin kemur frá teimum, "sum standa í kirkjum og samkomum, og sum geva seg út sum lærarar, tað verið seg óbúgvin ungfólk, við ongum lívsroyndum og ongum bíbliukunnleika", kann eg ikki siga annað enn, at eg eri samdur. Tó vil eg gera vart við, sjálvt um eg eri ungur, at eg og samkoman Nardus, ikki á nakran hátt passa til hesa lýsing. Eg ivist heldur ikki í, at tað eru einstaklingar her og har, sum heldur ikki føra fólk í gudloysi! Áðrenn tú skrivaði hetta, átti tú at havt kannað gjølla eftir, um fult grundarlag er fyri hesi útsøgn.
Eg ynski at nevna nakað av tí, sum í dag verður praktiserað og lært í kirkjum og samkomum, ið eg ikki ynski at verða settur í samband við, men sum eg taki frástøðu frá. Hetta eru ting, sum eg ikki dugi at finna nakað grundarlag fyri í skriftini. Serliga eru tað tvey høvuðsfyribrygdi, ið eg havi hug at lýsa nærri. Hesi eru tann uml. 1700 ára gamla katólska læran um ein tríeindan Gud, og tann katólski tríeindar dópurin, ið er sprottin burturúr hesi falslæru.
Rithøvundin er í einum trúarsamfelagi, sum sigur seg hava røttu myndina av hvør Gud er. Hann trýr og lærir, at Gud er ein tríeindur Gud. Er tað satt?
Lat meg byrja við niðurstøðuni og siga við sterkum úttrykki, at Gud er EIN! Gud er ikki tríggir í einum ella ein í trimum - Hann er einans EIN. Jesus spurdi Pætur í Matt. 16, hvønn lærisveinarnir søgdu Hann at vera, tí Pætur mátti vita, hvør Jesus var, áðrenn hann kundi fáa nakrar lyklar at binda og loysa við. Tað var sera týdningarmikið fyri Jesus, at fáa staðfest. "Hvønn siga tit Meg vera?" "Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!" Aðrastanis finna vit ein, sum spyr Jesus: „Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?“ Jesus svaraði: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein." Og ein og hvør jødi vitsti hvør Kristus var. Hann var Hin Salvaði kongurin, Gud Ísraels, sum skuldi frelsa, og um Hann sigur Pætur, at Jesus er.
Tað er helst heldur ikki uttan grund, at Gud hevur valt 40 jødiskar skribentar, at fortelja um, hvør ið Hann er. Allir jødarnir vóru monoteistar og trúu á Ein Gud eins og Abraham, Ísak og Jákup. Hetta varð gjørt fyri at gudamyndin ikki skuldi avskeplast.
Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara... Hetta orðið sigst at vera eitt av teim sterkastu prógvunum fyri at tríeinigheitin longu fanst í G.T. Táið tey sitera: Og Gud segði: Latið Okkum...bílæti Okkara...Okkum lík...koma tey til ta niðurstøðu, at hesi fleirtalspronomini klárt vísa fleirtal av persónum í guddóminum. Tey vísa enntá á fýra onnur dømi fyri at tað skal stemma og vera eitt sterkt prógv, at gud er ein tríeindur gud. Hesi fleirtalspronomini finna vit í 1.Mós 3,22. 1.Mós 11.6-7. Es.6.8. og Hos.12.5. Tá ið vit hyggja nærri at hesum skriftstøðunum, latið okkum so hava tað fyri eygað, at eingin var hjástaddur, hvørki tríeinigheitslærarar ei heldur monoteistar, sum kundi siga frá hvør "Okkum" verður tosað um í 1. Mós.1,26. Vit mugu tí knýta okkara kunnskap eina og aleina til skriftunnar subjektivu referansur. Fyri tað næsta, má tað vera loyvi at siga, at tað er undarligt at tríeinigheitslærarar so ivriga kasta sítt ljós á trý fleirtalspronom í 1.Mós.1,26, ímeðan teir
yvirsíggja seks eintalspronom, ið umtala Gud í sama skriftsamanhanginum, nevniliga vers 27,29,30 og 31, hvar Hann umtalast sum Eg og Han. Er tað ikki løgið, at trý fleirtalspronom fáa alla teologiska uppmerksomheit, ímeðan seks eintalspronom virka sera óviðkomandi? Lat meg erliga spyrja: Hvar í 1.Mós.1,26 - tekstinum kunnu vit sláa fast, at Gud vendir sær til annan ella triðja pers. í einum guddómligum tribunali? Um so var, hvar er so identiteturin til eitt slíkt vesin opinberaður í tekstinum? Tað virkar mær ógvuliga løgið, at fimm fleirtalspronomir yvirbevísandi skulu lýsa Guds numeriska tríeindar identitet og staðfesta tríeinigheitslæruna, imeðan man samtíðis fullkomiliga yvirsær meir enn 7000 Gomul-Testamentlig skriftstøð, sum við eintalspronomum lýsa Gud. Hvussu kann ein slík enorm yvirvekt av Gomul-Testamentligum eintalslýsingum av Gudi viskast út, uttan at kanna samanhangin?
Henda læran, um hvør Gud er, er gudloysi!
Tað næsta eg nevndi var dópurin. Fá ting í skriftini eru blivin so myrkaløgd av teologum, sum dópurin. Tríeindardópurin, har doypt verður "til navn Faðirsins, Sonarins, og Heilaga Andans" er fremmandur fyri Bíbliuna. Hann kom sum eitt viðhang av tí menniskjagjørdu tríeiniheitslæruni, sum er ein gjøgnumfølsk dogma, sum bleiv viðtikin av kirkjukonsilunum í øðrum og triðja árhundrað. Síðan tá hevur tann stóra skøkjan og hennara døtur forfylgt teim mestu, sum hava praktiserað dópin í Jesu Kristi navni. Áhugavert er, at tann sama kirkjan í Róm, sum fantaseraði fram ta óbíbilsku tríeinigheitslæruna og tilknýtandi dópin, eisini íverksetti forfylgjan og avrætting av teimum, sum áttu eina Bíbil. Bíblian var fyri tey ein vandamikil bók, tí hon avsløraði lygnina.
Bíblian er krystallklár, táið viðvíkur, hvussu dópurin skal útførast. Hann er fyri tey, sum persónliga hava tikið við trúgv og ikki fyri smábørn. Hann skal ikki útførast við yviroysing, men fult undir í vatn - grivin við Kristusi, Róm.6. Dópurin útførist í Jesu navni og ikki trimum titlum. Titlar eru ikki nøvn.
Luk.24,37:"og at í NAVNI Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem."
Matt.28,19:"Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til NAVN Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans". Hetta skilti Pætur og allir lærisveinar Jesusar. Tí stóð Pætur fram á hvítusunnudegi, hann sum hevði fingið lyklarnar, og tosaði vegna teir allar, tá hann segði:"Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í NAVNI Jesu Krists til fyrigeving syndanna. So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. Ápstl.2,38.
Apstl.8,12 og 16 førir okkum til vekingina í Samaria, hvar Jesu apostul, Filip, prædikar "teimum evangeliið um ríki Guðs og NAVN Jesu Krists" og "tey vóru bert doypt til NAVN Harrans Jesusar."
Apstl.10,48 førir okkum til hús Korneliusar, hvar teir fyrstu heidningarnir vóru doyptir: "Og hann [Pætur] beyð, at tey skuldu verða doypt í NAVNI Jesu Krists."
Apstl.19,5 førir okkum til Efesus og talu Paulusar: "Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til NAVN Harrans Jesusar."
So læran um dóp í trimum titlum er eisini gudloysi!
Til seinast skal eg sláa fast at vit í Nardus eisini taka greiða frástøðu frá tí "Herligheitsteologi", ið vinnur slíkan frama í dag. Haldi at tað er komið greitt fram í greinum, ið eg fyrr havi skrivað - hesar eru m.a. "Vekingarmøtir í Kelduni" og "Móses á festivali".