Í kvæði sínum um navnframa bygdarmannin hjá mær sigur Jóan Petur upp í Trøð móti endanum, at “ofta verður svikin hann, ið svikin ber í munni”.
Og man tað ikki vera her á leið vit eru nú? Tað sum byrjaði við eini innanflokka ráðagerð, sær nú út til at enda við einum úrlatnum landsstýrismanni, sum einki annað hevur at siga enn at nú fara vit at eftirmeta og at tillaga. Sic.
Vit hoyrdu um ein landsstýrisfund, har einasta evni var at klára upp, um gjørda býtið var endaligt ella bert fyri í ár. Eitt ja ella nei. Ella eitt antin – ella. Tey flestu – fyri ikki at siga øll á hesum fundi siga seg hava álagt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at skriva til vinnuna, at hetta býti bert var galdandi fyri eitt ár. Er hetta so harra fundarleiðari? Brævið kom um síður, men einki um hesa niðurstøðuna.
Kortini kundi landsstýrismaðurin koma í Útvarp Føroya seinasta leygarkvøld og siga, at soleiðis tulkaði hann ikki niðurstøðuna. Jamen, hvør er fundarleiðari og hvør tekur samanum á landsstýrisfundum? Eg giti, at hetta eigur løgmaður at gera. Og hvar er so niðurstøðan? Fólk komu á fund fyri at fáa eitt ja ella nei til, um hetta býti bert var fyri 2009. Ja ella nei kunnu ikki tulkast. Hvussu torført kann tílíkt gerast?
So sóðu vit aftur á tingsins røðarapalli í morgun henda sama landstýrismann - hart kroystan av spurningi frá Torbirni Jacobsen – bleikur og mjúkur sum ein viðja taka uppaftur í saman hetta um eina process og eina eftirmeting. Ein syndarlig mynd av einum verjuleysum manni.
Og nú hevur Javnaðarflokkurin so heitt á løgmann um at fáa sín fiskimálaráðharra at akta og gera sum samgongan hevur álagt honum. Hesum noktaði løgmaður og avdúkaði sína manglandi vitan um hetta málsøki í Útvarp Føroya á middegi í dag. Tað royna møsn og einki annað. Ein syndarlig útstilling av einum løgmanni, sum enn einki hevur latið úr hondum síðani hann kom til.
Og so fyri at tosa eitt sindur um substansin í málinum. At gera eitt svartkjaftabýti, har Tróndur í Gøtu ikki fær fullan part, tað má siga einum hvørjum føroyingi, sum hevur fylgt tað minsta við í hesum fiskiskapi seinastu 25 árini, at her er nakað spinnandi gali. Í hugaheimi flestu føroyinga man hetta skipið vera svartkjaftaskipið yvir øllum. Frá 1987 og til dagin í dag hevur hetta skipi verið fastur fúsur á svartkjaftinum. Tá í ringast stóð til helt hetta skipið saman við Gullfinni og partvís Krúnborg áfram at fiska. Onkur fór til Suðurafriku og aðrir góðu skarvin yvir.
Øll kenna søguna um hvussu manning og reiðarí á Tróndi í Gøtu máttu spenna seg út við minni hýru og stórum persónligum kautiónum fyri at kunna halda skipinum og hava ráð til at fiska svartkjaft og makrel – fiska søgulig rættindir til Føroyar. Og tá hetta er gjørt, so koma teir frá eystan og frá vestan og vilja hava part. Røkke, Møgster og Samherji. Pengamennirnir, sum neyðardýrini í Gøtu saman við Ejler og Regin á Rógvi høvdu roynt at skava nøkur søgulig rættindir saman til.
Kundi verið stuttligt at fingið at vita hvør ið hevur teska fiskimálaráðharranum í oyra, at júst 1998 var tað ári svartkjaftafiskiskapurin av álvara tók seg upp. Nei hesin fiskiskapur byrjaði í 70-unum og tað var rokfiskiskapur fyrst í 80-unum og tað var helst tí, at tann arbeiðsbólkur, sum varð settur í NEAF at koma við uppskoti til býti, valdi at taka árini 1977 – 1997. Hetta skuldi vera grundarlagi undir býtinum – saman við onkrum øðrum argumentum. Tað skuldi ikki vera møguligt at fiska sær søgulig rættindir aftaná 1997. Millum tey skipini, sum hava verið við frá byrjanini av – og eru við enn – eru Jupiter, Norðborg, Chr. í Grótinum og Krúnborg (Fagraberg).
Men hetta er ikki einasta býti. Hvat við øllum svartkjaftinum og makrelinum, sum er farin til kvotukeyp í Barentshavinum? Landsstýrismaðurin meldaði út beinanvegin, at vit fóru eftir øllum toskinum – kosta hvat tað vildi. Eingin blaðmaður stillaði spurningin; hví? Her lá heldur eingin rationell grund undir, bert eitt lyfti, sum skuldi uppfyllast. Hetta hóast Føroyar fáa fleiri ferðir so nógv burtur úr svartkjaftinum um hann verður fiskaður til Havsbrún ella til matna til verksmiðju í Føroyum enn um hann verður veiddur sum toskur í Barentshavinum og fluttur beinleiðis til Grimsby. Men hetta ber til at broyta frá einum ári til annað.
Og nú vit eru við býtir, hvat varð so av lodnuni, sum vit mistu í Barentshavinum fyrst í øldini? Fingu vit ikki tosk og annan fisk fyri hana tá? Og skuldu vit ikki fáa lodnuna aftur tá ið hon kom aftur? Men nú siga norðmenn og russar nei. Duga okkara embætismenn og fiskimálaráðharri ongantíð at siga nei? Her má vera ein millumrokning at gera millum Barentshavi og nótabátarnar!
Her í Gøtu dyrgja vit ikki eftir at fáa meira enn hinir, men eftir at fáa okkara rættvísispart. Eisini hesin kann sjálvandi verða torførur at finna fram til. Men skilagóð hugsan av einari óheftari umsiting, sum veruliga setur seg inn í málið kann føra langt fram. At biðja vinnuna hjálpa til við býtinum ber ikki til. Hvørki millum bólkar ella innanfelags. Í Felagnum Nótaskip var aftur í 90-unum ein semja gjørd um at býta tann partin javnt millum nótaskipini, sum fall hesum bólki í lut. Men her er onkur lopin frá og hevur helst lagt landsstýrismannin lag á, hvussu tað skal gerast. Og hvat er tað, sum kann rættvísgera at býta ogn Føroya fólks eftir princippinum: tú lítlan, eg ein stóran?
Annars havi eg í fleiri ár bjóða meg til at loysa henda knútin. Eg gjørdi í 2006 ein formul. Hann liggur í skuffuni hjá mær enn. Hann hevur tað rættvísi við sær, at hann gevur øllum líka tá ið man er samdur um hvussu nógv skal setast av til íðnaðarbátar. Men nú krevst at man fer aftur til 2006 fyri at gera hetta býti.
Gøtu 23. apríl 2009