Svartkjafturin er komin øi føroyskan sjógv, tó nakað seinni enn í fjør, skrivar Fiskirannsóknarstovan
Kanningarnar vístu, at svartkjafturin var á veg inn í føroyskan sjógv umleið 14. apríl, eina viku seinni enn í fjør.
Heilt fitt av svartkjafti var at síggja í bretskum sjógvi, beint sunnan fyri markið frá Rosemary bankanum til Wyville Thomson ryggin og norður móti markinum, millum 59-60°N og 7-9°V. Svartkjafturin gekk skjótt norðureftir. Aftur í ár fingu vit svartkjaft, sum var klárur at gýta ella í ferð við at gýta í føroyskum øki. Svartkjafturin gýtir nakað seinni í føroyskum øki enn longur suðuri.