Mótstøðuliðið hjá Føroyum fríggjakvøldið, Sveis, hevur seinasta árið havt eina góða gongd. Higartil hevur liðið vunnið allar dystirnar í undankappingini, og leitast skal meira enn eitt ár aftur, fyri at finna seinasta ósigurin. Talan var tá um tepran ósigur á heimavølli móti Belgia.
Gongd hjá Sveis:
Sveis hevur ikki tapt ein dyst í meira enn eitt ár, og tá skal havast í huga, at Sveis luttók til EM-endaspælið í Fraklandi fyri minni enn einum ári síðani. Har tapti Sveis ongan dyst í vanligari leiktíð. Í bólkaspælinum vunnu teir móti Albania, meðan teir spældu javnt ímóti Rumenia og Fraklandi. Í áttandapartsfinaluni spældi Sveis móti Póllandi í einum dysti sum endaði 1-1. Sveis tapti tá brotssparkskapping. Síðani tá hevur Sveis sum kunnugt vunnið allar dystirnar í undankappingini – millum annað eisini móti Portugal. Seinasti ósigurin hjá Sveis kom tann 28. Mai í fjør, tá Sveis tapti 2-1 á heimavølli móti Belgia í einum venjingardysti.