Sveisarar vrakaðu uppskot um loft á fólkatalið

Sveisiska fólkið hevur sagt nei til eitt uppskot um at seta loft á fólkatalið í landinum.

Uppskotið „Keine 10-Millionen“, sum skuldi avmarka fólkatalið í Sveis til 10 milliónir, fekk ikki undirtøku frá veljarunum. (Mynd: Michaela Stache/Reuters)

Tað vísa fyribils úrslit frá fólkaatkvøðuni í dag sambært sveisiska miðlinum SRF.

Sambært fyribils uppteljingini atkvøddu 53,6 prosent ímóti uppskotinum, meðan 46,4 prosent vóru fyri.

Uppskotið hevði sum endamál at tryggja, at fólkatalið í Sveis ikki fór upp um 10 milliónir fram til 2050. Í løtuni búgva umleið 9,1 milliónir fólk í landinum.

Var uppskotið samtykt, skuldu myndugleikarnir byrja at avmarka innflytingina, tá fólkatalið fór upp um 9,5 milliónir. Hetta kundi millum annað hent við at stramma reglurnar fyri friðskjólssøkjarar og familjusameiningar.

Uppskotið legði eisini upp til, at Sveis skuldi siga upp avtaluna við ES um frælsa flyting av fólki, um fólkatalið kortini fór upp um 10 milliónir fyri 2050.

Tað var tjóðskapar- og konservativi flokkurin Sveisiski Fólkaflokkurin (SVP), sum legði uppskotið fram.

 

Uppskotið „Keine 10-Millionen“, sum skuldi avmarka fólkatalið í Sveis til 10 milliónir, fekk ikki undirtøku frá veljarunum. (Mynd: Michaela Stache/Reuters)