Svenn skal lyfta tænastustøðið á Smyrli

Smyril hevur fingið nýggjan tænastuleiðara


Fyri stuttum søkti Strandferðslan eftir tænastuleiðara til Smyril.
Nú er starvið sett og nýggi tænastuleiðarin er longu farin til verka
Tað er 24 ára gamli Svenn Eysturtún Olsen í Havn, ið byrjai sum tænastuleiðari nú á nýggjárinum.
Hóast hann er ungur, hevur hann hann longu ávísar royndir í hesum yrki. Hann er útlærdur tænari og hevur royndir bæði úr Danmark og úr Føroyum. Eitt av størvunum, hann hevur havt í Føroyum, hevði hann á einari av landsins bestu matstovum, Gourmet í Havn, har hann var matstovuleiðari eitt skifti.
Nú er hann tænari í matstovuni í Bowlinghøllini.
Umborð á Smyrli verður samskipa tænastuna umborð, men eisini at menna nýggj tænastutilboð fyri at fáa fólk at ferðast meiri við Smyrli og til menna tilboðini umborð á Smyrli.
Endamálið er at fáa Smyril at virka meiri sum eitt hotell, sigur hann.
Tveir tænastuleiðarar eru við Smyrli, eina á hvørjari manning. Hin tænastuleiðarin er Petur Hentze.
 
-Áki-