Svenska valið: Í dag skal formaðurin veljast

Ríkisdagurin er komin saman í dag fyri at velja nýggjan formann

Seinastu tvær vikurnar hevur svenska valið nærmast ligið í einari deyðsstøðu, har stór óvissa hevur verið um, hvat fer at henda, og hvørjir flokkar fara at samstarva um at skipa nýggja stjórn. 

 

Fyri løtu síðani samlaðist Ríkisdagurin í Svøríki, tí nú skal nýggjur formaður fyri Ríkisdagin finnast. 

 

Formanssessurin er hægsta embæti, mann kann veljast til í Svøríki. Uppgávurnar hjá formanninum eru m.a. at skjóta upp nýggjan forsætisráðharra og at umboða Ríkisdagin.

 

Formaðurin fær tí ein avgerandi leiklut, tá nýggi svenski forsætisráðharrin skal finnast, tí tað er formaðurin, ið skal útnevna nýggja forsætisráðharran. 

 

Socialdemokratarnir hava skotið upp Åse Lindestam, meðan Moderaterna hava skotið upp Andreas Norlén. Haraftrat eru eisini valevni til næstformanssessin.

 

Svøríkisdemokratarnir hava leygardagin meldað út, at teir vilja atkvøða fyri Andreas Norlén hjá Moderatunum sum nýggjan formann, soleiðis at høgri blokkurin fær meirilutan. Hetta er ein hóttan ímóti sitandi forsætisráðharra, Stefan Löfven hjá Socialdemokratunum, tí so fær hann ikki stuðul at halda fram sum forsætisráðharri. 

 

Poltiska spælið er tí eftir øllum at døma als ikki liðugt enn, og tað kann væntast at taka upp til fleiri vikur, áðrenn nýggj stjórn er skipað. Ríkisdagurin hevur fýra møguleikar at atkvøða fyri nýggjum forsætisráðharra, og um eingin endar í meiriluta, so verður nýval útskrivað.

 

Til valið 9. september fekk reyðgrøni blokkurin við Stefan Löfven á odda 144 tingsessir, høgra Alliansan við Ulf Kristersson fingu 143, meðan Svøríkisdemokratarnir við Jimmie Åkesson fingu 62. Fyri at hava meiriluta skal mann hava 175 ella meira - tí eru Svøríkisdemokratarnir, sum eingin vil spæla við, so avgerandi fyri valið við sínum 62 tingsessum.