Svenski kongurin vitjar Zelenskyj í Ukraina

Carl Gustav hevur stóran áhuga fyri Ukraina, og í sínari jólarøðu í fjør legði hann dent á stóra stríðsvijan hjá ukrainska fólkinum

Carl Gustav, kongur og svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, vitja í Ukraina í dag

Svenski kongurin, Carl Gustav, er í dag á vitjan í ukrainska býnum, Lviv, har vesturi í landinum.

 

Her er hann komin fyri at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Við á ferðini er eisini svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard.

 

Hetta er fyrsta vitjan av fólki í svensku kongsfamiljuni, síðan Russland leyp á Ukraina í februar í 2022 - ella fyri meira enn fýra árum síðan.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at í krígnum hevur Russland nógvar ferðir lopið á býin, Lviv, har svenski kongur er á vitjan í dag og hittir ukrainska forsetan.

 

Undir vitjanini í dag ynskir Carl Gustav saman við uttanríkisráðharranum at vitja ymisk støð og frætta um tær royndir, sum Ukraina hevur gjørt sær undir áhaldandi russiska álopskrígnum.

 

Kongur og uttanríkisráðharri verða eisini við til eina minningarløtu í Lviv.

 

- Eg gleði meg at vitja aftur í Ukraina, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Malmer Stenergard, í einum tíðindaskrivi, sum útlendskir miðlar endurgeva.

 

Hon vissar Ukraina um, at Svøríki vísir krígsherjaða landinum sín fulla stuðul.

 

- Ukraina hevur ein breiðan politiskan stuðul í Svøríki - og alt samfelagið og okkara hjørtu eru við ukrainum, sigur svenski uttanríkisráðharrin.

 

Svenski kongurin hitti ukrainska forsetan, tá Volodymyr Zelenskyj vitjaði í Svøríki í 2024, og hann hitti eisini forsetan á 80 ára haldinum hjá ST í New York í fjør heyst.

 

Carl Gustav hevur stóran áhuga fyri Ukraina, og í sínari jólarøðu í fjør legði hann dent á stóra stríðsvijan hjá landi og fólki.

 

- Úthaldni hjá ukrainska fólkinum og viljin at verja landið gevur okkum eina vón um, at frælsi og fullveldið hjá Ukraina verður virt, segði svenski kongurin.

 

 

 

 

 

Carl Gustav, kongur og svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, vitja í Ukraina í dag