Norðoyatunnilin hevur ivaleyst fingið nógv burturúr í dag. Nógvir klaksvíkingar vóru í Leirvík tíðliga seinnapartin, tá ið KÍ kvinnurnar spældu steypafinalu, og seint seinnapartin vóru yvir 700 gjaldandi áskoðarar - serliga úr Norðoyum - á Svangaskarði, har KÍ spældi í Intertoto ímóti svenska Hamarby.
Svenska liðið vann 2-1. Í 1. hálvleiki løgdu teir seg framum, tá ið klaksvíkingar vóru so óhepnir at gera sjálvmál.
Lítla løtu seinni javnaði Kaj Ennigarð til 1-1 eftir hornaspark og skotroynd frá Høgna Madsen.
Eftir steðgin kom eitt mál. Tað skoraði Hamarby við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Hamarby heldur fram í kappingini við samantalt 3-1 sigri.