Sviar høvdu valt broyting

Var val til svenska Ríkisdagin í dag, høvdu sviar fingið eina sosialdemokratiska miðvinstrastjórn. Meiningakanningar í seinastuni hava víst, at tað gongur niður á bakka hjá teimum smáu flokkunum á høgravonginum, og at ein teirra, Kristendemokratarnir, høvdu rokið út úr Ríkisdegnum, var val nú. Hinvegin hava teir smáu flokkarnir vinstrumegin miðjuna framgongd, og sambært teirri seinastu meiningakanningini eru vinstraflokkarnir umleið sjey prosentstig framman fyri flokkarnar høgrumegin miðjuna.