Tað upplýsir Ångermanlands tingrættur í eini fráboðan.
Sambært dóminum var tað maðurin, sum tók stig til virksemið, og hann stóð eisini fyri stórum parti av fyrisitingini og hevði fíggjarligan ágóða av tí.
Ákæruvaldið hevur ført fram, at maðurin noyddi konu sína at hava kynsligt samband við umleið 120 menn.
Umframt fongsulsrevsingina varð hann eisini dømdur fyri fíggjarliga at hava gagnnýtt konu sína.
Málið hevur vakt ans í Svøríki vegna stóra talið av kundum og ta drúgvu tíðina, virksemið hevur staðið við.











